Finna roykloysn til Boðanesheimið

Tá reglurnar siga, at búfólk hava rætt at ráða í egnum heimi - harundir at roykja - so er trupult samstundis at virða rættin hjá starvsfólkum at arbeiða í roykfríum umhvørvi.


Reglurnar hjá Tórshavnar kommunu um royking á bústovnum siga greitt, at har ið stovnar virka sum heim fyri búfólk, so skal rætturin hjá búfólkinum at ráða í egnum heimi at verða virdur, tó so, at hesin rættur ikki er til ampa fyri onnur búfólk á sama stovni.


Á Boðanesheiminum sleppa fólk ikki at roykja undir taki, uttan so at tey roykja inni hjá sær sjálvum. Men ein trupulleiki er, at starvsfólkini samstundis hava rætt til at arbeiða í roykfríum umhvørvi. Tí er neyðugt at finna eina loysn, har húsfólk, avvarðandi og starvsfólk verða nøgd við støðuna.


Býráðið játtaði tí í gjárkvøldið at lata 100 túsund krónur til at fyrireika eina loysn, sum skal setast í verk sum skjótast.