Fingrarnar vekk frá verkfallsrættinum – Yvirlýsing frá 25 fakfeløgum

Nú løgtingið fer at viðgera nýggja semingslóg, er týdningarmikið, at tingið ikki blandar seg upp í verkfallsrættin. Uppskotið um semingslóg má broytast, tí tað gongur ímóti siðvenju og frælsa samráðingarrættinum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.


Arbeiðsgevarar og fakfeløg hava altíð viðurkent, at spurningurin um fráboðanarfreistir í sambandi við verkfall/verkbann er ein samráðingarspurningur. Hetta er galdandi fyri allan arbeiðsmarknaðin.


Fasti Gerðarætturin viðger í løtuni spurningin um ein slík fráboðanarfreist skal galda. Semingslógin leggur seg tískil eisini út í eitt rættarmál um tíðarfreistir hjá Fasta Gerðarrættinum.


Um Løgtingið nú fer at lóggeva um slíkar freistir, so er talan um eina beinleiðis uppílegging í frælsa samráðingarrættin.


Sera fá verkføll hava verið á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, tí partarnir báðir hava kent ábyrgd, og havt ein vilja at loysa tær samráðingartrætur, sum hava stungið seg upp. Blandar løgtingið seg uppí, so verður javnvágin millum samráðingarpartarnar skeiklað.


Tað er óneyðugt at blandað spurningin um Fasta Gerðarrættin upp í semingslógina. Skipanin við Fasta Gerðarættinum er ein avtalað skipan. Hetta hoyrir ikki heima í eini semingslóg.


Undirritaðu feløg heita tískil á løgtingið um at strika greinina um fráboðanarfreistina, og at taka partin um Fasta Gerðarrættin úr lógini.


Við fakfelagskvøðu á altjóða arbeiðaradegnum,


Bioanalytikarafelagið


Ergoterapeutfelagið


Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar


Føroya Arbeiðarafelag


Føroya Lærarafelag


Føroya Fiskimannafelag


Føroya Tekniska Lærarafelag


Føroya Pedagogfelag


Fysioterapeutfelagið


Havnar Arbeiðskvinnufelag


Havnar Handverkarafelag


Havnar Arbeiðsmannafelag


Heilsuhjálparafelagið


Heilsurøktarafelagið


Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag


Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag


Kost og Føðslufelag Føroya


Landsfelag Handverkaranna


Ljósmøðrafelag Føroya


Maskinmeistarafelagið


Starvsmannafelagið


Starvsfólkafelagið í Bank Nordik


S&K


Yrkisfelagið Miðnám


YTF