Tann 10. oktober fer borgarstjórin Annika Olsen saman við
umsitingini at hava fund við Joaquin Pujol, formann í FINA Facilities Committee
(nevnd í Altjóða svimjisambandinum FINA), á Ráðhúsinum í Havn. Eisini luttaka
umboð fyri Svimjisamband Føroya.
Endamálið við fundinum er at staðfesta, hvussu
langhylurin verður gjørdur á ein slíkan hátt, at hann verður góðkendur til
altjóða kappingar, ið ynski er at fáa til landið.
Í fjør varð avgjørt at útseta projekteringina eitt ár,
orsakað ov nógvum virksemi og ov nógvum íløgum, men nú eru samráðingarnar
tiknar upp aftur.
Umsitingin er í løtuni í holt við endaligar samráðingar
um ráðgevarasáttmála við vinnandi ráðgevaratoymið. Endaliga uppskotið til
sáttmála kemur fyri býráðið í november.
Býráðið skal longu nú hóskvøldið taka støðu til at játta
5 mio.kr. krónur til projektering.
Lesið meiri um verkætlanina her: https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1656