Filmurin Courageous sýndur í Nebo

Filmurin Courageous verður sýndur í Nebo í kvøld kl. 20.00.


Filmurin hevur fingið sera góða umtalu í USA.


Hann er um fýra menn, sum hava stóra succes á arbeiðsplássinum og geva seg meir enn 100% har, men heima saman við familjunum gongst ikki so væl og serliga er tað sambondini við børnini, sum halta.


Ein sera viðkomandi filmur fyri familjur í dag.


Øll eru vælkomin og sýningin er ókeypis.


Børn undir 13 ár eiga at vera í fylgi við vaksnum. Fimurin hevur danskan undirtekst


Courageous er framleiddur av somu fólkum, sum hava gjørt filmar sum Fireproof, Facing the Giants og Flywheel.