Filmur um “Koyrið so á motorin” – nýggj vinnusjónarmið

Vinnuhúsið: Í síðstu viku legði Føroya Arbeiðsgevarafelag nýggjan bókling um vinnusjónarmið – “Koyrið so á motorin” fram fyri politisku flokkunum í Kaffihúsinum í Vágsbotni.


Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt eitt stuttan film um nýggja bóklingin og biðið nakrar politikarar um viðmerkingar í hesum sambandi.


Í bóklinginum eru fýra høvuðstilmæli, og fleiri uppskot til tiltøk eru í bóklinginum:


1. Tað skal loysa seg at arbeiða


Støðan: Skattur á inntøku alt ov høgur, má í størri mun loysa seg at arbeiða – eisini ein tíma eyka.


Tiltøk:


• Meginreglan skal vera at skunda undir, og tað skal altíð loysa seg at arbeiða


• Marginalskatturin á lønarinntøku skal lækkast munandi, og markið fyri, nær ein skal rinda hægsta marginalskatt, skal setast munandi upp


• Skattanýskipan við m.a. lægri marginalskatti, fleiri nýtslugjøldum og ongum skattafrádrátti til sjómenn skal verða framd


2. Skil má fáast á fiskivinnuna


 Støðan: Vit missa um hálva milliard árliga


Tiltøk:


• Veiðitrýstið má lækkast alt fyri eitt, so vit um fá ár kunnu økja fíggjarliga avkastið í fiskivinnuni munandi


• Ein nýggjan fiskivinnupolitikk við støði í allari virðisketuni, frá veiðu, til framleiðslu og sølu


• Einki tilfeingisgjald má verða sett í verk, uttan at veiðutrýstið verður minkað, og avlagandi skipanir verða avtiknar


• Stuðulsskipanir til arbeiðsmegina í fiskivinnuni mugu burtur


• Vit mugu herða umsitingina av reglunum um útlendskan ognarrætt í føroysku fiskivinnuni


3. Skilvís almenn fíggjarstýring nú


Støðan: Hall á fíggjarlógini, staðfest bygnaðarligt hall og vaksandi skuld


Tiltøk:


• Umfatandi nýskipanir mugu gerast av almenna geiranum fyri at fáa útreiðslurnar niður og bygnaðarliga hallið má burtur


• Dentur má leggjast á bæði kostnað og dygd í almennu tænastuveitingunum


• Vit mugu leggja dent á fyribyrging, so vit fáa bíligar loysnir til lítlar trupulleikar, í staðin fyri dýrar loysnir til stórar trupulleikar


• Vit mugu styrkja bæði politisku og fyrisitingarligu stýringina av almenna geiranum


4. Vit mugu røkja okkara tilfeingi


Støðan:


• Føroyska arbeiðsfjøldin- lutfalsliga stór og væl útbúgvin, tó ongan fólkavøkstur


• Vit hava stórt fiskatilfeingi og náttúrutilfeingi annars


• Kapitalur er tøkur, men ábøtur


• Vitanarstøðið er á eini leið


Tiltøk:


• Útbúgvingarpolitikkur og fyribyrgjandi tiltøk fyri arbeiðsfjøldina


• Burðardygg veiða og framleiðsla


• Kapitalvinningsskattur lækkast


• Fleiri íløgur í vitan


http://www.youtube.com/watch?feature=player_embedded&v=hxhdfOHIbxo