Filmur um ábyrgdarfulla ferðavinnu

Í farnu viku skipaði Fróðskaparsetur Føroya fyri ráðstevnu um ábyrgdarfulla ferðavinnu. Til hetta høvið hava Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands í felag gjørt ein film um møguleikar og avbjóðingar innan ferðavinnuna
 
Fróðskaparsetrið hevði sett saman eina rúgvismikla skrá og millum panelluttakararnar vóru nógvir áhugaverdir serfrøðingar, bæði úr Føroyum og úr øðrum londum. Formaðurin í Ferðavinnufelagnum, Árni Olsen, fekk høvi at byrja tann næsta ráðstevnudagin við einum fyrilestri um støðuna í ferðavinnuni í Føroyum.
 
Ráðstevnan var skipað við fyrilestrum, panelkjakum og verkstovum. Á skránni var skipanin av eini ábyrgdarfullari ferðavinnu, íverksetan innan ferðavinnuna, ábyrgdarbýtið í ferðavinnuni, loyvir og náttúruvernd, fíggjarlig burðardygd í ferðavinnuni og útbreiðslan av ferðavinnuni í Føroyum. Visit Faroe Islands nýtti eisini høvi at vísa fram nýggju skeltini, ið framyvir skulu hjálpa ferðafólkum at vísa virðing fyri landi og íbúgvum her á landi.