Fíggjarmálaráðið fær viðhald
Klaga um at Fíggjarmálaráðið sendi Taks eina innlitsáheitan til viðgerðar
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Fíggjarmálaráðið sendi eina áheitan um innlit í skriv frá Fíggjarligum Støðufesti víðari til Taks at viðgera, heldur enn sjálvt at viðgera áheitanina.
Umboðsmaðurin er samdur við Fíggjarmálaráðið í, at Taks er rætti myndugleiki at viðgera innlitsáheitanina, jbr. § 15, stk. 1, 1. pkt. í innlitslógini.