Fíggjarmálaráðharrin vitjaði í Norðoyggjum

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri var hósdagin 16. mai á vitjan í Norðoyggjum.


Fíggjarmálaráðharrin hitti m.o. borgarstjórarnar í Klaksvíkar og Viðareiðis Kommunu, sum greiddu frá aðalmálunum í kommununum.


Eisini var fíggjarmálaráðharrin á vitjan hjá TAKS í Klaksvík, har greitt varð frá, hvørjar meginuppgávur deildin røkir.


Harumframt vitjaði fíggjarmálaráðharrin í Norðoya Sparikassa, á Kósini og í Ánunum hjá P/F Christian í Grótinum.