Fíggjarleiðari settur á Landsverki

STARVSSETAN: Landsverk hevur framt bygnaðarligar broytingar, og í hesum sambandi verða nú trý nýggj leiðarastørv sett. Ein fíggjarleiðari, ein starvsfólkaleiðari og ein leiðari fyri Virkisdeildina. Í fíggjarleiðarastarvið er settur Róaldur Jákupsson, sum seinastu sløku fýra árini hevur starvast sum fíggjarleiðari og varastjóri á Strandfaraskipum Landsins. 

Róaldur Jákupsson er 45 ára gamal, útbúgvin HD í uttanríkishandli frá CBS og hevur tikið MBA á Århus Universiteti. Harumframt hevur hann lokið ymisk leiðslufak á akademistøði.

Nýggi fíggjarleiðarin á Landsverki hevur áður starvast sum fíggjarfrøðingur á Landsverki í seks ár, áðrenn hann fór í starv sum fíggjarleiðari, kt-leiðari og varastjóri á Strandfaraskipum Landsins, har hann hevur starvast seinastu sløku fýra árini.

Afturat honum skulu í næstum setast ein starvsfólkaleiðari og ein leiðari fyri Virkisdeildina.

Landsverk hevur um hendi vega-, havna og byggiharrauppgávur, er ráðgevi hjá myndugleikum, og ger ætlanir og forkanningar í sambandi við landsvegir, tunlar, havnir, bygningar, tyrlupallar og innan flogvalløkið. Somuleiðis hevur stovnurin um hendi allan rakstur og viðlíkahald av landsins ognum, umframt framleiðslu og sølu av gróti, skervi og asfalti.

Róaldur Jákupsson tekur við starvinum sum fíggjarleiðari á Landsverki 2. mars.