Fígging til burðardygga menning

- Vert er at kanna, um Føroyar og Tórshavn kunnu fáa stuðul úr einum stórum grunni, sum millum annað stuðlar oyggjasamfeløgum í at gera nakað við umhvørvistrupulleikarnar, sigur tekniski stjórin í Tórshavnar kommunu av umhvørvisráðstevnuni í Rio de Janeiro.


Meðan hugburðurin viðvíkjandi burðardyggari menning tykist vera við at broytast soleiðis, at tað ikki longur verður mett at vera ein andsøgn millum burðardygga menning og búskaparvøkstur, men at hesi tvørturímóti peika sama veg, so tykist spurningurin um fígging av íløgum í burðardyggar loysnir at vera ein afturvendandi trupuleiki, sum fleiri lond og býir vísa á. Og júst spurningurin um figging til burðardyggar loysnir hevur fylt nógv á Rio-ráðstevnuni.


Meðan heimsins leiðarar í gjár sótu einastaðni í RioCentro og samráddust, vóru fleiri seminar, fyrilestrar og pallborðsfundir aðrastaðni í bygninginum. Tekniski stjórin hjá Tórshavnar kommunu var til ein av hesum panelfundunum, sum Asian Development Bank í samstarvi við ICLEI (International Council for Local Environmental Initiatives) skipaði fyri á ST umhvørvisráðstevnuni í gjár.


- Fundurin setti fokus á, hvussu býráð og býarleiðslur stuðlaðu uppundir umhvørvisliga og burðardygga býarmenning í býum hjá teimum borgarstjórum, sum sótu í panelinum, herundir umboð fyri borgarstjóran í London og borgarstjórin í New Dehli.


- Allir borgarstjórarnir í panelinum vóru samdir um, at tað var ein stór fíggjarlig avbjóðing hjá býunum at figgja "grønar loysnir", tí sjálvt um slíkar íløgur oftast góvu ein vinning uppá sikt, so kostaðu tær vanliga nakað meira at byrja við. Tí stóðu býarleiðslurnar ofta í tí tvístøðu, at valdu tær at fíggja ta eitt sindur dýraru burðardyggu loysnina, so vóru onnur øki, sum eisini høvdu høga raðfesting, sum máttu bíða.


- Umboðið fyri borgarstjóran í London kom eisini inn á, at býirnir ofta vóru bundnir av nationalum reglum um, hvussu teir sluppu at brúka sín pening. Sum dømi nevndi hann, at tey parkeringsgjøld, tey krevja inn í London, sleppa tey ikki at brúka til íløgur í t.d. at betra um kollektivu ferðsluna, men kunnu bert nýta peningin til at gera enn fleiri parkeringshús og -pláss. Og hetta eggjar til at tað koma enn fleiri privatbilar og hevur harvið negativ umhvørvisárin.


- Eitt leiðandi starvsfólk í panelinum frá Price Waterhouse Coopers PWC, sum eru ráðgevar hjá nógvum býum kring heimin, vístu á, at ein av afturvendandi trupuleikunum, teir sóu við nógvum "grønum" verkætlanum hja býum, og enntá, tá farið var undir at byggja nýggjar "grønar" býlingar upp úr ongum, var, at tey arbeiddu við órealistiskum fíggjarætlanum. Oftast vísti tað seg, at avgjøld og inntøkur ikki dekkaðu meir enn ein triðing av útreiðslunum til kloakkskipanir, vatnveiting, kollektiva ferðslu, orkunýtslu o.l. Restin endar tí aloftast við at blíva skattafiggjað. Veruleikin er tí, at tað er trupult at røkka málinum at fáa fíggjarliga og umhvørvisliga burðardygd at ganga upp í eina hægri eind við verandi fíggingarmøguleikum.


- Hetta eru trupuleikar sum vit í ávísan mun kenna aftur úr Tórshavn, har landsstýrið ikki enn hevur útvegað kommununum so mikið sum heimild at krevja parkeringsgjøld, hóast eitt uppskot til parkeringspolitik hevur ligið klárt í Tórshavn í meira enn eitt ár. Og so at siga allur kostnaðurin bædi at reka og at gera infrastrukturskipanir, so sum vatnveiting, kloakkir, busskoyring o.l., verður skattafiggjaður og ikki brúkarafíggjaður sum í flest øllum øðrum londum.


- Teir tveir fíggingarstovnarnir, sum vóru umboðaðir í panelinum, frá Inter-American Development Bank í Mexico og frá Asian Development Bank, eins og eitt umboð fyri OECD, tóku undir við, at fígging var ein trupuleiki, og teirra áskoðan var, at tað var neydugt eisini at fáa privatar íleggjarar at vísa áhuga fyri íløgum í "grønar" vinnur, og ikki bara dúva uppá skattafigging og læntan kapital.


- ST roynir eisini at seta í verk meira ítøkilig stig viðvíkjandi fíggingarmøguleikum. M.a. boðaði kinesiski forsetin Wen Jiabao í røðu síni á Rio-ráðstevnuni frá, at Kina m.a. fór at lata 31 milliónir dollarar í ein grunn at stuðla oyggjasamfeløgum, tilafturskomnum londum og afrikonskum londum at gera nakað við umhvørvisligu avbjóðingarnar.


- Um Føroyar og Tórshavn kunnu fáa stuðul tann vegin, kundi verið áhugavert at kanna nærri, sigur Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, av ráðstevnuni í Rio.


Kelda: www.torshavn.fo