FIFA II Star góðkenning av vøllinum í Klaksvík

Fríggjadagin 13. januar 2012 kl. 15 fekk Klaksvíkar Kommuna handað eitt FIFA II Star góðkenningarskjal av nýggja graslíkisvøllinum í Klaksvík.


Í sambandi við at vøllurin í fjør summar varð lagdur á fótbóltsvøllin við Djúpumýru, hava almennu fótbóltsmyndugleikarnir – FSF, UEFA og FIFA – fyriskipað eina kanning og góðkenning av vøllinum, har staðfest er, at vøllurin lýkur settar treytir fyri hesi altjóða góðkenning.


Grundað á nevndu kanningar handaði leverandørurin av vøllinum, Polytan, kommununi FIFA II Star-góðkenningarskjalið við eitt hátíðarhald á vøllinum fríggjadagin 13. januar, har umboð fyri FSF, Klaksvíkar býráð, KÍ, Polytan, Landsbyggifelagið, sum hevur havt eftirlit við arbeiðinum av at leggja vøllin, og onnur vóru til staðar. 


Eftir handanina, sum Ásvald Simonsen frá Polytan stóð fyri, helt Jógvan Skorheim, formaður í mentanarnevnd býráðsins, og Tummas Lervig, formaður í KÍ, røðu, har teir takkaðu fyri gott samstarv, og at málið var sett høgt við at leggja ein FIFA II Star vøll á fótbóltsvøllin við Djúpumýru.


Kelda: www.klaksvik.fo