Ferðafólkaháárstíðin verður støðugt longri

Munnligur fyrispurningur 27. september 2017 til Henrik Old, landsstýrismann, um mykinesleiðina

1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er í lagi, at onki sjóvegis samband er við Mykines meginpartin av árinum?

2. Hví verður sáttmálin við verandi veitara ikki longdur, soleiðis sum heimild er til?

3. Kundi í øðrum lagi ikki avtala verið gjørd um at sigla reglugliga í september og eisini oktober?

4. Hvat kostar tað at flyta farm og fólk loftvegis samanborið við sjóvegis flutning?

5. Hvørjar ætlanir eru fyri mykinesleiðina í framtíðini?

Viðmerking:
1. september steðgaði regluliga siglingin til Mykinesar, og undantikið nakrar túrar í sambandi við slaktið og í heystfrítíðini er onki sjóvegis samband til Mykinesar longur. Vanliga byrjar siglingin 1. mai, men sáttmálin við verandi veitara gongur út nú, og sum skilst er tað ikki ætlanin at leingja hann. Tí er óvist, hvussu tað verður við sigling í framtíðini, tí Strandferðslan hevur ikki skip til endamálið.

Seinastu fimm árini hevur privatur veitari røkt siglingina til Mykinesar við báti, ið er bygdur serstakt til endamálið. Siglingin hevur eydnast væl, og veitarin hevur fingið tað at borið til. Talan er um ein fimm ára sáttmála, men við møguleika at leingja í tvey ár. Tað undrar, at sáttmálin ikki verður longdur, tá Strandferðslan/Samferðslumálaráðið ikki hevur havt nakað at funnist at viðvíkjandi verandi veitara, og tá ongin onnur og betri loysn tykist verða á borðinum.

Vanliga er loftvegis flutningur munandi dýrari enn sjóvegis flutningur, og havast skal í huga, at talan ofta er um tungar eindir, eitt nú oljutunnur, ið nú skulu flytast við tyrlu. 
Tyrlan tekur bert heilt fáar tunnur í senn, men báturin kann kann hava nógvar í senn. 

Vantandi siglingin er ein stóru bági fyri mykinesfólk, og fólk annars, sum hava tilknýti til oynna. At ongin reglulig sigling er í heilar átta mánaðir samsvarar illa við orðaða politiska málið, at oyggjar og fólk skulu bindast støðugt betri saman. 

Ásannast má eisini, at ferðafólkaháárstíðin verður støðugt longri, og enn er nógv ferðafólk í landinum. Hjá hesum er munandi torførari at vitja Mykines, sum er eitt av okkara fremstu ferðamálum, nú.

Ingolf S. Olsen
løgtingslimur, Tjóðveldi