Ferðafólkaferðslan veksur

FERÐSLA: Alsamt fleiri bussar og leigubilar síggjast nú á føroysku vegunum. Landsverk hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at fyrireika og tillaga infrakervið til øktan ferðafólkastreym, men enn eru fleiri átrokandi uppgávur at loysa á bæði lands- og kommunalu vegunum. Serliga á smølu einbreytaðu landsvegunum er økta ferðafólkaferðslan ein avbjóðing.

Ferðsluteljingar staðfesta ein týðiligan vøkstur í talinum av akførum, sum koyra á føroysku vegunum. Landsverk hevur fastar teljistøðir á høvuðsvegakervinum, sum skráseta ferðsluna og ferðina hjá akførunum allar dagar í árinum. Arbeitt verður eisini við at leggja teljarar út á teir smærru vegirnar, nú ferðslan eisini økist nógv har. Eitt nú er ein ferðsluteljari settur upp á Saksunarvegnum. Tað er serliga í summarhálvuni, at størsta hækkingin er at finna, men sum heild sæst ein hækking gjøgnum alt árið.

Alsamt ferðslutyngri lágferðsluvegir
Sum dømi kann nevnast, at á Leitisvegnum, sum er á leiðini til flogvøllin, vaks ferðslan við 52 prosentum frá januar til juli í 2018. Við Áir var ein øking á 33 prosent sama tíðarskeið, meðan ein øking á heili 650 prosent er staðfest frá januar til juli 2018 á Saksunarvegnum. Onkrar dagar koyra 50 bussar og aðrir stórir bilar til og úr Saksun.

Sostatt uppliva vit brádliga, at lágferðsluvegir broytast til vegir við bæði tyngri og nógvari ferðslu. Tað eru smølu, einbreytaðu vegirnir ikki gjørdir til. Har mangla í stóran mun møtipláss, tá eitt nú bussar møtast. Parkeringspláss mangla nógvastaðni, og vit uppliva tí, at fólk sum eina neyðloysn velja at seta bilin frá sær á vegnum ella á víkiplássum.

Ein viðkomandi spurningur er, um hædd skal takast fyri, hvussu nógv ferðandi kunnu vera í smáu bygdunum í senn, tí stórar avbjóðingar eru við parkering umframt við trygd. Fleiri møguligar loysnir hava verið umrøddar so sum at krevja gjald fyri parkering í bygdunum, seta ljóskurvar upp, ið lýsa reytt, tá eingi parkeringspláss eru tøk ella ov nógv ferðsla er á vegunum og í bygdunum. Hetta má skipast soleiðis, at tað ikki ávirkar lokalsamfelagið. Aðrar loysnir eru at seta upplýsandi skelti upp av týdningi fyri ferðsluna á ávísu vegunum, stovna tænastu við shuttle-bussum og útleigan av súkklum og el-súkklum.

Somu avbjóðingar í Íslandi
Landsverk hevur fylgt við, hvussu eitt nú ferðafólkavøksturin í Íslandi hevur ávirkað infrakervið har, og hugt eftir teimum avbjóðingum, sum Ísland hevur havt í hesum sambandi.

Eisini har koyra nógv ferðafólk í leigubilum ella í bussum, og tørvur hevur tí verið á at kunna væl um, hvussu tú sum ferðafólk koyrir á einbreytaðu vegunum, á óasfalteraðum vegum, um ampan av seyði og eisini hevur verið neyðugt at minna á at brúka trygdarbelti.

Her heima byrja vit nú eisini at síggja somu trupulleikar. Landsverk gjørdi fyri nøkrum árum síðani filmin “Driving in the Faroes”, sum vísir útlendsku gestunum, hvussu tú koyrir í Føroyum. Víst verður millum annað á, hvussu tú koyrir í gomlu, smølu tunlunum, á víkiskyldurnar í tunlunum og í brekkum, eins og seyður kann renna út á vegin. Alt hetta og meira afturat verður lýst í filminum, sum hevur verið sera væl móttikin. Saman við filminum er eitt lítið minnisblað gjørt við støðumyndum og lýsingum úr filminum, sum kunningarstovur og bilútleigarar í Føroyum hava fingið.

Neyðugt er at hava stórt fokus á góða og vegleiðandi kunning til tey ferðandi á føroysku vegunum, men neyðugt er eisini at seta pening av til ávísar tillagingar og ábøtur á infrakervinum, sum tryggja, at tey ferðandi fáa eina góða og jaliga uppliving í føroysku ferðsluni.

Sóljuleiðir og dvalarvikar
Í dag eru 12 sóljuleiðir kring landið. Sóljuleiðir eru, har tað er serliga vakurt at koyra, ella har siðsøgulig virði eru at síggja. Tær skulu ikki órógva vanliga ferðslu ella ferðslutrygdina. Fram við sóljuleiðunum eru seinastu árini nógvastaðni gjørdir dvalarvíkar og onnur útsýnispláss. Arbeitt verður áhaldandi við at menna og útbyggja sóljuleiðirnar við dvalarvíkum og borðum og benkrum, so hvørt sum játtan er til tað. Sóljuleiðirnar hava fingið góða móttøku, og áheitanir eru komnar um at fáa enn fleiri útsýnisstøð gjørd.

Sóljuleiðir
Gásadalsleiðin: 13,2 km
Saksunarleiðin: 11,1 km
Múlaleiðin: 6,9 km
Oyndarfjarðarleiðin: 9,7 km
Elduvíkarleiðin: 7,7 km
Funningsleiðin: 9,8 km
Gjáarleiðin: 5,1 km
Um Eiðisskarð: 8,1 km
Tjørnuvíkarleiðin: 13,7 km
Runt Agnið: 3,8 km
Oyggjarvegurin: 19,5 km
Um Hestin: 9,3 km
Um Hovsegg: 8,7 km
Íalt              126,5 km

Landsverk í norðurlendskum granskingarsamstarvi
Í londunum kring okkum er hesin trupulleikin við øktari ferðslu út á smápláss ikki ókendur. Í norðurlendska granskingarsamstarvinum, NordfoU, sum Landsverk luttekur í, er ein av verkætlanunum fyri framman eisini at kanna nærri, hvussu vit í felag kunnu loysa hesa avbjóðing. Ætlanin er at fáa gjørt ein felags hugskotsfaldara við eini røð av heilt ítøkiligum loysnum.