Ferð á tjóðskaparstríðið og fiskivinnureformin

- Tobbi nýggjur formaður í Eysturoynni.


Væl av fólki var møtt, táið ársaðalfundur varð hildin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag hóskvøldið 01. mars 2012. Fundurin varð hildin í hølunum hjá arbeiðarafelagnum “Hæddini” í Saltangará. Valdi fundarstjórin, Fríðfinnur Jónsson, staðfesti, at fundurin var lógliga lýstur og eftir at fundurin hevði valt Tórbjørn Jacobsen til skrivara, byrjaði fundurin kl. 20.


Formaðurin hetta seinasta árið, Hallur Ellingsgaard, greiddi frá gongdini í 2011. Frágreiðing hansara legði upp til drúgført kjak um øll politisk viðurskifti í føroyska samfelagnum. Lúsingurin, sum veljarin hevði givið flokkinum á tveimum valum, fólka- og løgtingsvalunum seinasta ár, fór ikki aftur við borðinum uttan djúptøknar og bersøgnar viðmerkingar. Allir smálutir vóru snaraðir. Serliga støðan í oynni var viðgjørd, nú flokkurin á fyrsta sinni síðani 1954 onki umboð eigur á Føroya løgtingi.


Meiningarnar vóru ymiskar um gongdina higartil, men semja var um, at leggja tað farna til viks og at seta út í kortið av nýggjum. Niðurstøðan var, at rættilig ferð má av nýggjum setast á tjóðskaparstríðið, at fiskivinnuskipanin má og skal broytast, nú Føroyar standa á eggini til eina vanlukku, um fiskivinnupolitikkurin hjá ABDH-samgonguni gerst veruleiki og stríðið fyri einum sjálvberandi búskapi skal herðast umvegis umbótanir á fleiri mótum.


Serliga var semja um at steðga gongdini, har alt fleiri føroyskir strámenn eru í holt við at avreiða búskaparliga grundarlag tjóðarinnar, svimjandi tilfeingið, yvir á útlendskar hendur fyri egnan løtuvinning. Fundarfólkið legði herðslu á, at tingmenn floksins sum skjótast leggja uppskot fyri tingið, sum hevur til endamáls, at steðga øllum útlendskum ognarskapi í flótandi vinnugøgnum og veiði- og fiskiloyvum, sum onkursvegna viðvíkja tilfeinginum í heimasjógvi og sum brúka rættin í fremmandum sjógvi býttur og umbýttur í bilateralum og í strandalandaavtalum.


Roknskapurin varð góðkendur, og hann vísti, hóast kostnaðarmikil valstríð til tvey val í 2011, at felagið er rímiliga væl fyri fíggjarliga. Hildið var fast um limagjaldið á 150 krónur um árið og at lesandi bert gjalda hálvt limagjald.


Næst á skránni var formansval. Tórbjørn Jacobsen av Glyvrum var í uppskoti, og eftir at hann hevði játtað sín kandidatur var tað ein fullsamdur fundur, ið valdi hann til formann tað næsta árið. Hann takkaði fyri álitið, og vísti á, at mikið stríð og strev skal til, fyri at menna felag og flokk aftur soleiðis, at glæsiliga stevna floksins umsíðir sigrar. Stevnan, sum fyrst og fremst staðfestir, at ein føroyskur nationalstatur er alneyðugur fyri at skipa eitt veruligt vælferðarsamfelag í oyggjunum og at skynsama røktin av fiskastovnunum er búskaparliga grundarlagið undir Republikkini.


Eftir tað var nevndarval og eftir at nevndin hevði skipað seg er manningin hendan:


Tórbjørn Jacobsen, Glyvrum, formaður og ritari.


Anja Wenningstedt, Glyvrum, næstformaður.


Herbert Olsen, Rituvík, peningarøkil.


Olaf í Garði Joensen, Eiði.


Laura Olsen, Rituvík.


Petur í Túni, Toftum.


Hallur Ellingsgaard, Oyndarfirði.


Eykalimir eru Jónsvein Bjartason av Strondum og Jógvan Johannesen úr Funningi.


Tórbjørn Jacobsen umboðar felagið í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins og Anja Wenningstedt er varamaður hansara. Fríðfinnur Jónsson varð valdur grannskoðari og varamaður hansara er Jógvan Næs. Delegerað til floksting floksins, sum verður hildið í Fámjin í døgunum 16. & 17. mars í ár, eru: Jóanes Eliasen, Leirvík. Hans Tausen Olsen, Runavík. Andrass Samson Gregersen, Strondum. Dia Ellindson, Runavík. Varamaður er Olaf í Garði Joensen, Eiði. Eftir fundarlok kl. 22 varð tjóðsangurin sungin. Tórbjørn Jacobsen, ritari.