Felagsfundur um Arbeiðseftirlitið

 Arbeiðarafeløgini í Samtak heita á øll fakfeløg í landinum um at koma til fundar fyri at umrøða støðuna á arbeiðseftirlitinum. Seinastu mánaðirnar hava verið sera baldrutir, og síðani Arbeiðseftirlitið var lagt undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, hevur so at siga onki virksemi verið á stovninum.


Tað eru stórar uppgávur, sum ikki vera loystar í løtuni, og tað er onki sum bendur á, at vend kemur í í bræði. Hetta ger, at trygdin á arbeiðsmarknaðinum stigvíst verður verri og verri, og kann enda við óneyðugum arbeiðsvanlukkum og vinnusjúkum. Arbeiðseftirlitið eigur m.a. at fyribyrgja arbeiðsvanlukkum og vinnusjúkum, men hevur als ikki orku at útinna málsetningarnar, sum staðsettir eru í lógum, kunngerðum og fyriskipanum.


Ístaðin fyri at niðurlaga virksemi átti Arbeiðseftirlitið at verið styrkt, so at tað kann menna føroyska arbeiðsmarknaðin í 2011 og framyvir.


Arbeiðarafeløgini í Samtak vóna, at umboð fyri øll fakfeløg á landi møta fyri at umrøða støðuna á Arbeiðseftirlitinum, og hvussu trupulleikarnir kunna loysast.


Fundurin um Arbeiðseftirlitið verður týsdagin 20. september kl 15:00 í hølum Føroya Arbeiðarafelags í Tjarnardeild 5.  




Samtak, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag