Felagið Verjið børnini stovnað

Hvønn dag hoyra vit um børn, sum verða skemmað og kynsliga misnýtt – eisini í Føroyum. Hetta vandamál hevur verið tagt burtur einans fyri at fjala illgerðirnar hjá hesum pedofilu, og hava hesir tí mest sum havt frítt spæl at gera seg inn á okkara børn. Sum samfelag hava vit stórliga svikið tey. Men nú er tíðin komin at verja børnini og bróta tøgnina.


Tíðindaskriv


Mánakvøldið 16. Juli 2012 varð eitt felag set á stovn. Felagið eitur: Verjið børnini. Stovnandi fundurin varð hildin í Klaksvík. Í nevndini eru Mimmy Vágsheygg, Joan Baldvinsson og Rói Norðoy.


Endamálið hjá felaginum er at verja børn. Felagið ynskir at vera rødd barnana, ið tosar, har tey ikki sjálvi megna at siga frá. Vit ynskja at ávirka samfelagið, soleiðis at børnini verða sædd og hoyrd. Vit ynskja at varpa ljós á trupulleikarnar, sum hesi sviknu børn fara ígjøgnum og ávirka og broyta ta politisku og almennu skipanina til frama fyri børnini.


Fyrsta stig felagsins er at basa pedofili. Í øldir hava pedofilar sloppið at gjørt skaða í okkara samfelag. Vápnið, ið teir hava nýtt, er tøgnin. Tíðini er komin at bróta tøgnina. Tað skulu vera børnini, ið vera sett í hásætið, verða hoyrd og vard. Ikki pedofilarnir.


Okkara grundarsjónarmið eru hesi:


• Vit krevja størri revsing fyri pedofilar, sum gera seg inn á børn í Føroyum


• Vit vilja ikki tiga


• Vit vilja bróta tøgnina


• Vit vilja verja børnini


• Vit vilja tryggja, at umhvørvið, har børnini eru, er trygt gjøgnum kunning og viðgerð fyri pedofilum.


• Vit vilja, at børn í Føroyum skulu hjálpast og verjast undir góðum, tryggum og hóskandi umstøðum.


• Vit vilja lata ivan koma barninum til góðar.


Tú hevur møguleikan at stuðla og vera við til at bróta tøgnina, at náa fjøldini og verja børnini. Latið okkum standa saman um hetta. Latið okkum basa hesum ræðuligu skemdargerðum ímóti sakleysum børnum.


Saman standa vit sterk. Saman vinna vit.


Vegna fyrireikararnar


Mimmy Vágsheyg, Joan Baldvinsson og Rói Norðoy