Tíðindaskriv:
Í dag, tann 4. juni í 2012, hava Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gjørt nýggjan 2-ára sáttmála fyri tíðarskeiðið 1.10.2011 til 1.10.2013.
Fyrra árið hækka mánaðarlønirnar hjá teimum flestu 220 kr.
Seinna árið hækka mánaðarlønirnar ikki. Í staðin hækka gjøldini fyri arbeiði í ólagaligum tíðarskeiðum, serliga um náttina. Við tí er semja funnin um eitt mál, sum hevur verið ein óloystur samráðingarspurningur í mong ár.
Við hesum er sáttmáli gjørdur við 5 tey størstu feløgini, sum telja meir enn helvtina av starvsfólkunum hjá landinum.