KÍF vil hervið boða frá, at felagið hevur gjørt nýggja avtalu við Faroe Pelagic um at vera høvuðsstuðul hjá besta mansliðnum í hondbólti hjá felagnum. Avtalan er galdandi fyri eitt ár.
Faroe Pelagic var eisini høvuðsstuðul farna kappingarár, tá bestu hondbóltsmenninir skrivaðu søgu við at vinna bæði landskappingina og steypakappingina, og teir eru fegnir um at halda fram við stuðulsavtaluni.
- Vit vilja fyrst og fremst nýta høvið til at ynskja KÍF hjartaliga tillukku við tí søguliga úrslitinum. Vit eru ómetaliga fegnir um, at tað endiliga eydnaðist felagnum at vinna bæði landskappingina og steypakappingina. Vit eru eisini stoltir av at vera partur av einum slíkum felag og síggja tað sum sera umráðandi at stuðla KÍF og sosiala lívinum í Kollafirði.
- Tí eru vit fegnir um at halda fram við stuðulsavtaluni við KÍF. Vit halda, at liðið hevur sera stóran týdning fyri lokalsamfelagið, og tað er bara ein fyrimunur, at tað so eisini gongur so væl hjá felagnum, sigur hollendski stjórin, Dirk-Jan Parlevliet.
Vit í KÍF hava verið sera fegin um samstarvið higartil við Faroe Pelagic, og tí frøast vit um, at tað hevur eydnast at leingja um hetta samstarvið.