Tórshavnar kommuna fer í dag undir 2. stig av
útstykkingararbeiðinum á Klingrutjørn II á Argjum. Í hesum sambandi verður
farið undir at spreingja í økinum. Spreingiarbeiðið er mett at taka umleið
tríggjar mánaðir og verður væntandi liðugt um mánaðarskiftið november/desember.
Sprongt verður í dagtímunum gerandisdagar millum kl. 9 og 15. Ymiskt er, hvussu
ofta sprongt verður, men roknast kann við, at ávísar dagar verður talan um fimm
skot um dagin.
Articon, ið er arbeiðstakari og stendur fyri
útstykkingararbeiðinum fyri Tórshavnar kommunu, hevur tikið øll neyðug
trygdarfyrivarni í sambandi við spreingiarbeiðið. Tórshavnar kommuna hevur
harumframt teknað tær tryggingar, ið krevjast, áðrenn slík arbeiði fara í
gongd. Fólk, bygningar og bilar eru fevnd av teimum tryggingum, ið eru
teknaðar.
At byrja við verður sprongt í ovara økinum oman fyri
útstykkingarvegin, og sum frálíður verður sprongt niðan fyri útstykkingarvegin,
nærri verandi útstykking undir Kongavarða.
Tá ið liðugt er at spreingja, verður farið undir at
planera tey 45 grundøkini í útstykkingini, ið skulu handast Tórshavnar kommunu
1. august 2019.