Fara til Lyon í Fraklandi

Ein bólkur av spentum børnum vitjaðu borgarstjóran í dag. Tey fara í næstum á CISV-legu Fraklandi.


Í býráðshúsinum greiddu tey frá ymiskum, sum verður á skránni á túrinum. Og tað sást týðiliga, at øll vóru sera spent at sleppa avstað til franska býin Lyon – bæði fyri at skapa nýggj sambond og uppliva eina nýggja mentan.


Nógvir føroyingar hava verið á CISV-legu gjøgnum ár og dag, og tá føroyingar hava skipað fyri leguni í Føroyum, hevur kommunan ofta verið ein hollur stuðul. Børnini fingu eisini nakað við sær, áðrenn tey fóru avstað. Frá kommununi fingu tey myndabøkur at geva verforeldrunum í Fraklandi og annars pennar, taskur og ymiskt annað, sum tey kunnu geva børnum úr øðrum londum.


Børnini fara úr Føroyum 3. juli og eru aftur í Føroyum bein fyri ólavsøku, 27. juli.


Birita Adela er leiðari á túrinum til Fraklands.