Far ikki so illa við trænum, at tað ikki flýtur

Í nøkrum málum traðkar tú á líktornið hjá persónum og flokkum. Hvinini av hesum taka ongan enda. Málið um avtøku av rættarskipanarnevnd var einki undantak.


Í viðmerkingunum stendur, at uppskotið um rættarskipanarnevnd varð samtykt eftir at játtanarkarmarnir vóru ásettir fyri 2012. Og tí er hetta ein útreiðsla, sum ikki kann fíggjast við útgangstøði í verandi fíggjarkarmum.


Kostnaðurin av hesum arbeiði varð mettur at verða, 750.000 kr í 2011 og 1.000.000 kr í 2012. At landsstýrismaðurin hevur valt aðra loysn í hesum máli, eiga vit at gótaka og hava álit á.


Í  samgonguskjalinum eru flokkarnir samdur um, at føroysk rættarskipanarlóg skal gerast. Revsilógin skal lagast til føroysk viðurskifti. Reglur um sektorábyrgd verða tilevnaðar. Útlendingamál verða yvirtikin. Setast skal í verk ein skipað integrasjón av útlendingum í Føroyum.


Hetta átti at verið søtur tónleikur hjá teimum sokallaðu tjóðskaparsinnnaðu. Men samstundis er tað ein sannroynd, at tá talan er um yvirtøkur, eigur Sambandsflokkurin síni fingramerki á teimum flestu.


Hvat føroyskari rættarskipanarlóg viðvíkur, er ikki talan um at vera fyri ella ímóti, men meira um, hvussu arbeiðið verður raðfest í mun til ta játtan, sum landsstýrismaðurin hevur at ráða yvir. Og tað er tað landsstyrismaðurin í innlendismálum skal finna útav. Vit fara í framtíðini at uppliva raðfestingar, sum traðka á líktorn í ólukkumát, bæði hjá samgongu og andstøðu, so hetta verður ikki seinastu hvinini.


Rættarnevndin er samd um, at tað er týdningarmikið, at hetta økið verður raðfest, og um Innlendismálaráðið kann raðfesta arbeiðið við rættarskipanarlóg og revsilóg sum eina uppgávu í samgonguskeiðnum, so kunnu vit liva við tí. Nógvir vegir føra til Rómaborg. Hvussu skjótt tú kemur fram, er ikki altíð tað týdningarmiklasta, bara tú røkkur málinum!


Meirilutin metir tað vera skilagott, at hetta arbeiðið kann halda fram í Innlendismálaráðnum soleiðis, at hóast uppskotið um rættarskipanarnevnd verður avtikið, so verður arbeiðið kortini ikki slept.


Hvussu landsstýrismaðurin velur at loysa hesa uppgávu í Innlendismálaráðnum, tað er hansara avbjóðing. Men eg havi tað álit á Kára P. Højgaard, at um uppgávan ikki kann gjøgnumførast í tann mun hann sjálvur hevur lagt upp til, so skal støða takast av nýggjum.


Uppskotið hevur sína fyrimynd í løgtingslóg nr. 10 frá 11. februar 1999 um grundlógarnevnd. Eftir §1, stk. 4 í teirri lógini skuldi nevndin “harumframt gera uppskot til eina føroyska rættarskipan.


Um endaliga arbeiðið í grundlógarnevndini, sum hevur eini 10-12 ár á baki, er nøkur fyrimynd, velst um eygað, sum sær. Uppskotið liggur og samlar støv á onkrari hill, tí semja ikki fekst um nakrar fáar orðingar. Her skal eingin ávísur ábyrgdast fyri at so er, men staðfestast kann, at soleiðis er tað.


At eitt so týdningarmikið arbeiði sum grundlógin, sum var so nær eini endaligari loysn, ikki gjørdist liðugt, styrkir ikki um álitið á tað, at eitt uppkot um yvirtøku av rættargangslóg og stovnan av føroyskum dómstóli og revsilógarverki fyri Føroyar, nakrantíð skal eydnast.


Skal ikki gera meg klókan uppá, hvør leistur er tann rætti. Men í Hvítubók stendur, at í samband við arbeiðið við føroyskari grundlóg, verður undir grundlógarnevndini settur bólkur, ið skal gera uppskot til føroyska rættarskipan. Ein greiður leistur.


Hóast hesi mál beinleiðis einki hava við hvørt annað at gera, so hava tey tað óbeinleiðis. Ì báðum førum er spurningurin um álit. Àlit á arbeiðið hjá politisku skipanini.


Ágangurin á landsstýrismannin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur verið stórur í hesum máli, og uttan iva kann hann sjálvur svara fyri seg og sín flokk. Men tá flokkurin ikki hevur umboð í rættarnevndini, føli eg tað sum okkara skyldu at hava hesar viðmerkingar.


Orðatakið sigur: “ Far ikki so illa við trænum, at tað ikki flýtur”


Landsstýrismaðurin hevur eina uppgávu, sum avtalað er skal loysast.


“ Livst so spyrst”.


Eivin H Jacobsen


Tingmaður Sambandsfloksins