Fámjinstunnilin borast nú

Suðuroyar Sambandsfelag heldur, at tað
er nógv, sum talar fyri, at tunnilin til Fámjins verður boraður nú og ikki um
2-3 ár ella ongantíð. Farleiðin millum Øravík og Fámjin er so mikið trupul um
veturin, at tað nógvar dagar ikki er koyrandi ella hættisligt at koyra. Slíkar
flutningsumstøður saman við fólkaminking í bygdini, leggur bara stein oman á
byrðuna. Politiski myndugleikin má síggja henda veruleika í eyguni og raðfesta
hareftir - bora Fámjinstunnilin nú




Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum
Henrik Old hevur í longri tíð fyrireikað júst hesa verkætlanina og mannað eitt
tunnilstoymið, sum er klárt at fara til verka.




Landsstýrsmaðurin hevur roynt sítt,
men løgmaður hevur tíverri valt at niðurraðfesta Suðuroynna og hesa
verkætlanina.




Suðuroyar Sambandsfelag fer tí at
heita á okkara fólk í Løgtinginum um at bakka ætlanirnar hjá
landsstýrismanninum í Samferðslumálum upp og 
taka saman hendur
tvørturum politisk mørk og fáa málið avgreitt.




Spell,
at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið ikki kunnu semjast, hóast lyftini uppundir
val til hendan tunnil ganga heilt aftur til 1960'ini.




Vónandi verður tað breið politisk
undirtøka fyri lógaruppskotinum um gerð av Fámjinstunlinum, sum nú kemur í
Løgtingið.




Suðuroyar Sambandsfelag



Svenning Borg, formaður