Fámannaveldi ella samhaldsfesti

Tá undirritaði var smádrongur í Sørvági, var tað eitt øki, sum tey vaksnu kallaðu fyri heimrustin. Økið lá í onganmannalandi, helt eg.

Har gjørdi ein smádrongur einaferð ikki mætari, enn at hann við tógvið stríð setti nøkur epli og okkurt annað niður í hesum økinum. Tað vóru nógv systkin í teirra húsið, so hetta fór at muna væl á døgurðaborðinum, tá tað skuldi takast upp um heystið.

Hugagóður og spentur fer drongurin á stykkið, sum nú stóð í besta blóma. Men hann er ikki meira enn byrjaður at taka teir fyrstu slokkarnar upp, tá hann hoyrir okkurt aftan fyri seg.

Nú er tað ein av bóndrunum í bygdini, ið við harðari rødd sigur: ”Hetta er mín jørð, tú hevur plantað á, og tú skal ikki prøva uppá at gera tað aftur. ”

Tað ber til at samanbera støðuna tá við júst tað, sum hendir í okkara samfelag í dag.

Munurin er bert tann, at meðan tað var kongsvaldið, sum í síni tíð gav nøkrum fáum familjum og prestastættini rætt til alla jørð í landinum, so er støðan ein heilt onnur og púra óskiljandi, tá tað snýr seg um okkara felags fiskiríkidømi.

Tí beint undam jólun í fjør var tað ein borgarlig samgonga við minst møguligum meiriluta – 17 av 33 løgtingslimun – sum við løgtingslóg læt fýra fyritøkum næstan allan uppsjóvarfiskin, sum Føroyar hava at fiska. Eitt virði, ið táttar upp ímóti 10 milliardum krónum tey 12 árini, sum ræðisrætturin formliga er avmarkaður til. Eg sigi formliga, tí í veruleikanum eru kvotuloyvini ævig. Í einum 12 ára skeiði skulu nevniliga haldast í minsta lagi trý løgtingsval, so skulu nøkur rættindi sigast upp, skal meiriluti vera fyri tí í Løgtinginum í 12 ár á rað undir í minsta lagi trimum ymiskum samgongum, og tað er ikki serliga sannlíkt.

Tað var væntað, at í minsta lagi tey økini, ið frammanundan hava lutfalsliga minst av rættindum til okkara felags ogn, fóru at fáa eitt sindur, nú talan helst er um endaliga útluting.

Havnin er eitt sindur fyri seg í hesum høpinum, tí meginparturin av almennu umsitingini er staðsett har, so har tørvurin ikki størstur. Sandoyggin og Suðuroyggin eru ringast fyri. Norðstreymoy og Vágar fingu eitt sindur undir seinastu samgongu, men tað er tó onki at snakka um, tá samanborið verður við norður- og eysturøkið.

Her vil eg tó framhevja, hvussu fantastiska væl tað er eydnast at gagnnýta menningarkvotuna, sum undir seinastu samgongu var fingin til Vágar. Hóast talan er um sera, sera lítla kvotu samanborið við tær ovurhonds stóru kvotur, sum tey fýra stóru reiðaríini hava fingið, so er eydnast dugnaligu fólkunum aftanfyri uppsjóvarskipið Katrin Jóhonnu at fáa heilt væl burtur úr, og harafturat er nógv virksemi komið aftur á Snarfrost í Miðvági, ikki minst menningarkvotuni fyri at takka.

Men vónríku væntanirnar vóru so dyggiliga gjørdar til skammar um jóltíðir. Fólkaflokkurin brúkti sama taktikk sum undan jólum í 2011, tá hann fekk Sambandsflokkin við sær at samtykkja flatskattin og forskattingina av pensjónunum.

Tað galt um at smíða, meðan jarnið var heitt, áðrenn umboð Sambandsfloksins vaknaðu úr sínum politiska svøvni.

Tí tað ljóðaði jú, at tað var stór mótstøða í pørtun av Sambandsflokkinum í sambandi við málið. Men tá til stykkis kom, sást týðuliga, at umboð Sambandsfloksins sótu sum múlabundin. Teirra íkast var sera fátæksligt undir orðaskiftinum í tinginum um hetta týðandi lagnumál. Tað sá út, sum um tey bara sótu og bíðaðu eftir at trýsta á grøna knøttin. Sambandsveljararnir fingu ikki ein farra av grundgevingum fyri, hví tað var so umráðandi at samtykkja eitt reint fólkafloksuppskot at kalla uttan, at Sambandsflokkurin hevði sett eitt fingramerki á.

 So enn einaferð gav Sambandsflokkurin sín fulla stuðul til Fólkaflokkin at avreiða fólksins ogn til nakrar fáar fyritøkur í norður- og eysturøkinum. Tað sær út sum, at hesin flokkur ferð eftir ferð letur sínar veljarar sita eftir við tí fatan, at flokkurin politiskt tekur til takkar við bert at eta molarnar, sum Fólkaflokkurin ikki orkar og tímir at eta.

At Sambandsflokkurin sigur vera liberalan er ilt at skilja, tá hann saman við einum flokki á ytsta høgraveinginum letur nøkrun fáum, útvaldum fyritøkum ræðið á at kalla øllum uppsjóvarfiskinum, ið annars skal eitast at vera fólksins ogn.

Er talan her ikki um júst ta privatkommunismuna, sum Finnbogi Ísaksson sáli plagdi at tosa um og ávara ímóti?

Ein skilir væl, at veljarar floksins eru í døpurhuga. Sjálvt um flokkurin hevur løgmann, so fær formaður Javnaðarfloksins, ið situr í andstøðu, triðu hvørja atkvøðu í seinastu valjarakanning, tá spurt var, hvønn floksformann, fólk helst vildu hava til løgmann.

Frank Davidsen