Faldari fyri ruskskiljing

Teldutøkur faldari um at skilja rusk á dagstovnum er nú liðugur. Hesin er komin í lag í samband við at kommunan lat umhvørvisstuðul.


Endamálið við faldaranum er at læra yngra ættarliðið at endurnýta og skilja rusk. Faldarin vísur hvussu børn í Býlingshúsinum Inni á Gøtu longu frá byrjan læra at skilja rusk og læra týdningin av at gera hetta. Eisini verður greitt frá mannagongdini við ruskskiljing á einum dagstovni.


Faldarin er lagdur út á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu, www.torshavn.fo.


Poula Eidesgaard, leiðari á Býlingshúsinum Inni á Gøtu, sum hevur staðið fyri verkætlanini, fer at seta seg í samband við dagstovnaleiðarar og fríðtíðarskúlar og handa teimum eitt eintak av faldararanum og kunna um ruskskiljing.


Øll eru vælkomin at seta seg í samband við Poulu Eidesgaard, teldup.:


inniagotu@torshavn.fo, ella tel. 217701 um tey hava nakrar spurningar hesum viðvíkjandi.


Faldari um rusk við at trýsta á linkin niðanfyri:


http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1066