Í tíðindabrævi frá Føroya Arbeiðsgevarafelag kemur felagið inn á, at Posta ongantíð hevur verið so
ágangandi at bjóða seg fram á privata tænastumarknaðinum. Rætt er, at Posta er ein av fáum
føroyskum logistikkfyritøkum, sum virka innlendis og millum lond. Føroyingar eiga Posta. Og tískil er
kjak um okkara virksemi og um kapping á fríum marknaði í lagi. So leingi fakta eru upp á pláss.
Tá ið Føroya Arbeiðsgevarafelag, har Posta eisini er limur, fer út við einum slíkum skrivi er skilagott
fyrst at seta seg inn í fakta.
Fyri tað fyrsta – Posta innflytur ikki sand. Hetta sama stóð at lesa í einum heldur margháttligum
lesarabrævi herfyri og verður nú endurtikið av Føroya Arbeiðsgevarafelagi. Posta er ein
logistikkfyritøka og kann flyta sand á sama hátt, sum vit kunnu taka okkum av flest øðrum flutningi,
um tað er tað, sum talan er um. Men tað er ikki Posta, sum er innflytari. Við felagnum North West
Chartering flytur Posta fleiri stórar lastir av øllum handa slag, men tað er ikki Posta, sum eigur
vøruna. North West Chartering umboðar tá tann, sum eigur lastina, og leigar hóskandi skip til ta
nøgd, sum nú einaferð er at føra. Hetta fer fram bæði í kapping og í samstarvi við skipafeløgini í
Norðuratlantshavi.
Fyri tað næsta – tað er rætt, at Posta hevur gjørt avtalu við Royal Arctic Line um, at Posta er teirra
umboð í Føroyum. Annars stendur øllum flutningsfeløgum frítt fyri at bjóða upp á tann flutning,
Posta hevur, bert tey eru kappingarfør. Tað er neyvan rætt at siga, at Royal Arctic Line er einsamalt
um grønlandsflutningin, tí hesin verður gjørdur í samstarvi við Eimskip. Aftur her er fyrimunur at
skilja fakta rætt. Vegna avtaluna millum Royal Arctic Line og Eimskip var treyt, at triðjipartur skuldi
hava ávísa nøgd av kapasitetinum á rutuni. Part av hesum kapasiteti hevur Posta fingið í kapping við
onnur útlendsk feløg. Um Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at kapping frá Posta er meira ágangandi
enn frá fleiri útlendskum feløgum, hevði verið áhugavert at vitað.
Fyri tað triðja, viðvíkjandi toll-bagatellmarkninum á 300 kr. og sonevndu ’kinapakkunum’ skal stutt
nevnast, at hesir pakkar eru býttir millum øll flutningsfeløgini. Tí er tað undarligt, at einans Posta
verður nevnt í hesum samanhangi. Partur av hesum kemur við posti, og partur kemur við øðrum
flutningsfeløgum. Tað er ongin kappingaravlagandi stuðul til Posta, at TAKS hevur ásett eitt
bagatellmark fyri, nær vøra skal tollast. Inntil fyri nøkrum árum síðan var onki bagatellmark fyri
luksusvørur, og tær blivu allar tollviðgjørdar, um tær so kostaðu 1 kr. Tá komu avgreiðslugjøld
afturat, og tað hevði við sær, at 95% av hesum vørum fóru retur. Tað var ein kostnaður fyri øll
flutningsfeløgini, sum nú einaferð skuldu gera hetta arbeiðið uttan gjald.
Tað er rætt, at Posta flytur fisk, bæði í egnum 45 fóts bingjum og sum umboð fyri onnur. Posta er ein
logistikkfyritøka, har ongin uppgáva er ov lítil og ongin uppgáva ov stór, og sum flytur post og frakt,
innlendis og millum lond.
Ongin skal ivast í, at Posta tekur kappingina av flutningi í størsta álvara. Posta er partafelag og hevur
skyldu at arbeiða við vinningi fyri eyga.
Joel undir Leitinum
Stjóri P/f Posta