Seinastu dagarnar
hava vit frætt um, at plakatir, ið valevni til fólkatingsvalið hava hongt upp
ymsastaðni í Havn, verða skræddar niður aftur av ótangum.
Tað at heingja
plakatir upp fyri at gera vart við seg undan einum vali, er demokratiskur
rættur, sum øll eiga at virða. Tí er tað sera óheppið, at fólk ikki loyvir
øllum at brúka hendan rættin.
Eisini valevni
Sambandsfloksins hava kent sviðin av, at onkur er í samfelagi okkara, sum ikki
loyvir øllum valevnum at kunna brúka sín rætt.
- Hetta harmar
okkum, og vit heita tí staðiliga á øll um at virða demokratiið, ið er
grundarsteinurin undir samfelagi okkara, sigur Sambandsflokkurin.