Fær 3,5 mill. kr. um árið og rósar skipanini

Maður, ið fær 3,5 mill. kr. um árið ella 300.000 kr. um mðr., og sum nú eisini fær kr. 100.000 í flatskattalætta, rósar skipanini.


Sami maður er vorðin formaður í Vinnuhúsinum. Til fjølmiðlarnar letur hann kunngera, at flatskatturin fær fleiri í arbeiði og til at arbeiða fleiri tímar. Ikki eitt orð um, at flatskattaskipanin fer at føra við sær færri pengar til tey, ið kanska mest treingja til teir: brekað børn og vaksin, óarbeiðsfør, pensionistar og annars til útbúgvingar bert fyri at nevna nøkur fá dømi.


Soleiðis roynast ´álitismenn'. Nær verða teir steðgaðir?


Dagfinnur Danbjørg.