Faðirin at rokki heiðraður í Reinsarínum

Vit heiðra Chuck Berry við
konsert og frásøgu í Reinsarínum 13. september kl. 20.00.



Tíðindaskriv

Fleiri slóðbrótarar hava
verið í rokk heiminum, men helst eingin so slóðbrótandi sum Chuck Berry. Vit
kenna hann frá eyðkendnu pallrørslunum “The Duck Walk” og løgum sum Johnny B.
Goode, Maybelline og Memphis. Tónleikur hansara hevur gjøgnum tíðirnar verið
lovsongur hjá ungum sum gomlum, og hevur hann havt alstóran tídning fyri Rock´n
roll sum vit kenna og elska í dag.



Hetta kvøldið greiðir
Meinhard Jensen frá um lívið hjá Rock´n roll undangongumanninum, og løg hansara
verða tulkaði av Janusi Petersen og Rana Nolsøe á gittar, Jens Paula Joensen á
trummum og Jógvan Fróða Baldvinsson á bassi.



Sum John Lennon segði “ Um tú skuldi givið Rock´n Roll” eitt annað navn vildi tú kalla tað Chuck Berry”.
Hetta verður tí ein heilt serstøk uppliving, sum bara skal roynast.