Facebook hevur nú svarað spurningunum, sum norðurlendsku dátueftirlitini í felag hava sett Facebook.
Svarið kann lesast her
Tað var á norðurlendskum dátueftirlitsfundi í Finnlandi í vár, at avgerð varð tikin um at senda Facebook nakrar spurningar. Nú hevur Facebook svarað spurningunum og í svarinum frá Facebook er lagt upp til ein dialog millum Facebook og norðurlendsku dátueftirlitini.
Fundur verður eftir ætlan millum partarnar í seinnu helvt av oktober. Dátueftirlitið ætlar at brúka nýggju vitanina um Facebook í tí dagliga virkseminum, har vit javnan viðgera fyrispurningar frá fólki um Facebook. Vit fylgja við gongdini í málinum.
Norðurlendsku dátueftirlitini hava ikki heimild at geva Facebook beinleiðis áleggingar og hava heldur ikki eftirlitsheimild í mun til Facebook, sum í dag hevur sítt høvuðssæti í Ìrlandi og tí er fevnt av írskari lóggávu.