Fáa endurrindað fyri íbindingargjaldið

Tórshavnar kommuna fer komandi dagarnar at útgjalda hálva miljón krónur til teirra, ið hava goldið ov nógv í íbindingargjaldi sambært útrokningarháttinum frá í fjør. Brøvini eru send út í dag.


- Vísandi til grein á Vágaportalinum í dag, har “ein borgari í Havn” gremur seg um, at hann ikki hevur fingið endurgjald fyri íbindingargjald, skal eg gera vart við, at hesin borgarin ikki hevur bíðað til fánýtis, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í havn, í stuttari viðmerking.


- Býráðið hevur júst endaliga samtykt at endurrinda umleið hálva miljón til tilsamans 43 fólk, svarandi til á leið 12.000 krónur í meðal í part. Øll skrivini verða send út í dag.


- Hetta kemst av, at tey, sum hava goldið eftir útrokningarháttinum, sum kom í gildi 1. mai í fjør, verða roknað av nýggjum eftir nýggja útrokningarháttinum, og at ov nógv goldið gjald verður afturrindað eigarunum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.