Eysturkommuna: Kommunuskattaprosenti lækkar eitt prosentstig

Fíggjarætlanin 2012: Á býráðsfundi 28. november 2011, samtykti Eysturkommunu býráð einmælt fíggjarætlanina fyri 2012.


Kommunuskattaprosenti verður lækkað eitt prosentstig frá 22 niður á 21 og barnafrádrátturin verður hækkaður frá 4.000,00 kr. til 5.000,00 kr. Kommunuskatturin verður 57.511.000,00 kr. og partafelagsskatturin verður 5.000.000,00 kr. Sostatt verða skattainntøkurnar íalt 62.511.000,00 kr.


Rakstrarútreiðslunar verða 51.063.000,00 kr. Rentuútreiðslunar verða 2.107.000,00 kr., og avdráttinir verða 5.429.000,00 kr.


Fíggjarætlanin gevur eitt yvirskot eftir rentir og avdrátt uppá 1.912.000,00 kr.


Íløgurnar í 2012 verða uppá íalt 22.800.000,00 kr. Størsta einstaka íløgan, sum er á 7.000.000,00 kr., er í nýggja bátahylin á Toftanesi í Leirvík. Arbeiðið við bátahylinum gongur eftir ætlan, og væntandi verður bátahylurin liðugur á sumri 2012. Ætlanin er eisini at betra um hølisumstøðunar hjá barnaansingini, avsettar eru 4.000.000,00 kr. til hetta endamál.


Íløgurnar verða fíggjaðar við 9.000.000,00 av tøkum peningin, rest verður fíggjað við lántøku.