Eystanstevnan

Í vikuskiftinum er Eystanstevnan í Runavík.


Longu hóskvøldið er heilsurenning og síðan fótbóltsdystur millum Nes Kommunu og Runavíkar Kommunu á skránni.


Hilmar Jan Hansen setur stevnuna fríggjakvøldið kl. 19.45 á torginum.


Frá kl. 19 er ein stórur karnevalur við litum, góðum hýri, larmi og dansi á stevnuøkinum. Evnið í ár er PINK.


Hópin av stevnutiltøkum eru á skránni alt vikuskiftið.