Eystanstevnan: Gospel konsert

Sum siður er, verður gospelkonsert í Løkshøll á Eystanstevnu.


Í ár verður konsertin hóskvøldið 13. Juni. 2013, kl. 20.00


Fýra ymiskar framførslur verða á gospelkonsertini:


Sofus Hansen (Halleluja Sofus)


Kristina Bærendsen


Zamar


Og býráðspolitikarum


Í fleiri ár hava lokalir landspolitikarar havt eitt innslag á konsertini, og í ár er tað býráðspolitikarar í Runavíkar kommunu sum sleppa framat – 11 eru teir í talið og hvussu luttøkan hjá teimum verður – verður spennandi at vita.


Nær: Hóskvøldið, 13. Juni. 2013


Hvar: Løkshøll


Atgongumerkir: á kunningarstovuni í Runavík, www.loksholl.fo og við dyrnar