Eykaaðalfundur í Róðrarsambandinum

Orsakað íkomnu støðina í RSF, har formaðurin hevur sagt seg frá, verður lýst til eykaaðalfundar í ÍSF-húsinum mikudagin 14. september, kl. 1700, við hesi skrá:

1. Val av orðstýrara
2. Innkomin mál (grundin til eykaaðalfundin)

Av tí at formaður og næstformaður RSFs verða valdir beinleiðis á aðalfundinum, er neyðugt at hava eykaaðalfund, fyri at manna nevndina av nýggjum. At fleiri nevndalimir skulu veljast kemst av, at øll skulu hava møguleika at bjóða seg fram – eisini tey, sum longu sita í øðrum nevndarsessum í felagnum. Tískil skulu veljast formaður, næstformaður, 2 nevndalimir og 2 eykalimir.