Fríggjadagin 18. mai hevði Havbúnaðarfelagið eykaaðalfund. Á skránni vóru broytingar í lóg felagsins umframt val av nevnd.
Hans Jákup Mikkelsen, sum herfyri varð settur sum nýggjur stóri í Marine Harvest í Føroyum, hevur nú fingið fast sæti í nevndini fyri Ragnar Joensen, sum hevur tikið seg úr nevndini.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, stóð fyri vali, og hann varð afturvaldur í nevndina. Nevndin hevur skipað seg við trimum limum uttan formann. Nevndarlimirnir eru Regin Jacobsen, Atli Gregersen og Hans Jákup Mikkelsen. Varalimur er Odd Eliasen.
Broytingarnar í lógini fyri Havbúnaðarfelagið høvdu til endamáls at javnseta limirnar í felagnum, soleiðis at eitt stórt felag ikki hevur allan avgerðarrættin, men at smá feløg hava eins stóra ávirkan og stór feløg í nevndararbeiðnum.
Harumframt vóru broytingar gjørdar í samband við, hvør kann vera A-limur. Frameftir kunnu bert framleiðarar, ið framleiða alifisk til matna, vera A-limir, meðan feløg, ið hava eitt ávíst tilknýti til alivinnuna, hereftir eru B-limir.