Eyðun av Reyni á Býarbókasavninum

Myndlistamaðurin Eyðun av Reyni (f. 1951) hevur listarliga útbúgving frá tekniskúla Askou-Jensens á Glyptotekinum og frá kongliga listaakademinum í Keypmannahavn.


Framsýningin á Býarbókasavninum vísir oljumálningar, sum listamaðurin hevur málað í tíðarskeiðnum 2011-2012. Myndevnini eru úr føroysku náttúruni, sermerkið hjá listamanninum er sterku litirnir og stóru strokini við penslinum.


Framsýningin er søluframsýning, og er at síggja í november og desember.


Aðalsteinn Ingólfsson hevur skrivað listabókina Eyðun av Reyni, sum bókasavnið hevur.