Eyðgunn Samuelsen: Vælferðarpakkin er eitt sosialpolitiskt nýbrot

Hósdagin legði landsstýriskvinnan í almannamálum Vælferðarpakkan fyri Løgtingið. Við hesum verður nýggj kós sett fyri eina av týðandi súlunum undir føroyska vælferðarsamfelagnum.

Tíðindaskriv:

Nýggja vælferðarlógin er fyri teir borgarar, ið av ymsum ávum hava tørv á sosialum tænastum, og verður lógin karmur um teirra gerandisdag og virki. Eisini er hon niðasta fíggjarliga trygdarnetið fyri teir borgarar, ið ikki sjálvir megna at uppihalda sær sjálvum og sínum.

Lógin kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum, og hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi í einum framkomnum føroyskum samfelag.

Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum heldur enn fyri borgaran
Sambandið millum myndugleika og borgara hevur seinastu árini verið fyri stórum broytingum. Borgarin tekur ikki longur einans ímóti eini tænastu, men er í størri mun við í sjálvari tilgongdini at taka avgerð og hevur harvið størri ávirkan á, hvørja tænastu viðkomandi fær.

Á hendan hátt skulu tænasturnar í størri mun veitast við støði í tørvinum hjá tí einstaka og ikki útfrá, hvørjar tænastur eru til taks.

"Nýggja vælferðarlógin er ein snaring, tá ið tað kemur til tær tænastur, sum tað almenna veitir. Nú hyggja vit fyrst eftir tørvinum hjá einstaka borgaranum, og síðani hyggja vit eftir, hvat skal til fyri at nøkta hendan tørvin. Øll skulu hava somu møguleikar, men øll skulu ikki hava somu tænastur," sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í viðmerking.

Í lógini er ásett, at borgarin skal takast uppá ráð, fáa skjóta og góða ráðgeving og í heila tikið stuðlast, so hann kann liva eitt so vanligt lív sum gjørligt. Dentur verður lagdur á tann fyribyrgjandi táttin, og at veitingar og tænastur skulu virka og eggja til størri sjálvhjálpni.

Hetta er við støði í teimum brekpolitiskum meginreglum um samhaldsfesti, javnviðgerð, kompensatión, geiraábyrgd og í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
Viðlíkahaldsvenjing millum nýggju tænasturnar

Lógaruppskotið gevur eisini landsstýriskvinnuni heimild at skipa tænastur, sum hava verið eftirspurdar í mong ár. Eitt nú heimild fyri at skipa viðlíkahaldsvenjing í Almannaverkinum, sum ætlandi verður partur av endurvenjingartænastuni, sum Almannaverkið stig- og miðvíst hevur bygt upp seinnu árini.

Um Vælferðarpakkan 
Sitandi samgonga setti sær sum mál at virka fyri at fremja nýskipanir á almannaøkinum, sum skulu tryggja øllum borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum. Vælferðarpakkin er úrslitið av miðvísa arbeiðinum og fevnir um tilsamans seks lógaruppskot:

Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (vælferðarlógin)
Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (tvingsilslógin)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd, og
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir.