Eyðgunn Samuelsen røtt í Norðurlandaráðnum um átøk viðv. stalking
Millum evnini á ársfundi Norðurlandaráðsins, sum hevur verið í Keypmannahavn hesa vikuna, var stalking. Ráðið viðgjørdi týsdagin eitt uppskot frá norðurlendsku javnaðarflokkunum um felags átøk móti stalking, ella elting.
Trupulleikin við stalking ella elting finst í øllum norðurlondum, varð staðfest í uppskotinum, og mælt varð til, at Norðurlandaráðið setir henda týdningarmikla trupulleika á dagsskrá og at londini standa saman um at berjast móti elting.
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, tók orðið og segði seg taka undir við uppskotinum. Hon segði m.a. at vit í Føroyum fegin vilja taka lut í upplýsingararbeiði og øðrum samstarvi um elting.
Ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum, sum hevur verið á Christiansborg í Keypmannahavn seinastu tríggjar dagarnar, endaði í gjár.