Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna røðu á aðalfundi hjá Dugna

3. apríl, hevði Dugni ársaðalfund í hølinum hjá Dugna á Hjalla. Øll á Dugna - bæði næmingar, arbeiðsfólk, starvsfólk - høvdu møguleika at taka lut.

Dugni ger eitt framúr gott arbeiði. Skúlatilboðið hjálpir nógvum ungum at fótað sær aftur og koma víðari í lívinum, og arbeiðstilboðini til fólk, ið ikki megnað vanliga arbeiðsmarknaðin, gevur hesum borgarum møguleika at livað eitt virkið og innihaldsríkt lív.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna setti dagin, og helt í hesum sambandi hesa røðu:
Góðan dag øll somul,

Takk fyri, at eg var boðin her í dag at bera fram eina heilsan, nú Dugni hevur ársaðalfund. Tað er altíð hugaligt at sleppa at vera við, og at hitta bæði starvsfólk, arbeiðsfólk og næmingar, umframt stýrið og leiðslu á Dugna.

Í januar í ár bleiv dugnaliga og fyrikomandi stjórin tykkara, Hedvig Joensen, vald til ársins almenna leiðara. Dómsnevndin skrivaði millum annað í síni grundgeving, at:
Leiðarin megnar at venda dapurskygni og avmagt til árræði og sjálvsálit hjá viðskiftafólki sínum.

Hon gongur undan og gevur dagliga viðskiftafólki førleikar, trúgv og treysti uppá egnan mátt innan skúlagongd og arbeiðsmarknaðin

Miðvísa og ótroyttiliga arbeiðið hjá hesum leiðaranum, saman við trúgv uppá menningarmøguleikar hjá einstaklinginum, hevur havt við sær, at Dugni er kent fyri at veita eitt fjøltáttað skúla- og arbeiðstilboð til fólk, sum ikki megna eitt tíðarskeið í lívinum.

Og at enda, at leiðarin fær endurmenningarátøk og vard arbeiðspláss at spretta og blóma, har hon hegnisliga leiðir

Hetta eru ikki sørt stórbær og føgur orð, men eg má siga, at eg taki fult undir við hesum – og hjartaliga til lukku Hedvig við hesum stóra heiðrinum.

Hetta er eitt stórt herðaklapp til Hedvig, men samstundis er ein slík tilnevning eisini eitt stórt herðaklapp til øll tykkum á Dugna. Samstundis varpar ein slík viðurkenning eitt positivt ljós á Dugna. Og tað kann eg ikki annað enn at fegnast um! Umdømi hevur nógv at siga, og Dugni er høgt í metum alla staðir, har eg komi. Og hesum kunnu tit øll verða sera errin av, tí tað eiga tit øll tykkara lut í.

Á Dugna er fokus á tað, sum tað einstaka menniskja dugir og megnar, heldur enn at fokus á tað, sum ein ikki megnar. Tað er eitt sera umráðandi grundvirðið, sum tit hava við tykkum í tykkara virki, og tað er tí, at tað ber til at fáa alt at spretta.

Arbeiðstilboðið er ein gott tilboð til tykkara, sum av einari ella aðrari orsøk ikki hava møguleika at koma út á arbeiðsmarknaðin, men sum hava evni og vilja at koma til arbeiðis. Saman við starvsfólkunum finna tit arbeiðsuppgávur, sum tit trívast við og megna. Eg veit, at tit eru sera glað um at koma til arbeiðis her á Dugna, og her finna tit ein góðan og mennandi felagsskap.

Dugni er ikki bara týðandi fyri tað einstaka arbeiðsfólkið ella næmingin, men Dugni er eisini ein sjónligur og týðandi leikari í dagsins samfelag, og er við til at gera arbeiðsmarknaðin meira fjøltáttaðan og rúmligan.

Dugni gongur ofta á odda og tit vísa vilja til samstarv. Tit síggja síggja møguleikar, og vilja verða við til at lyfta týðandi samfelagsuppgávur saman við øðrum. Seinasta dømi er at tit hava víst áhuga fyri átakinum “Megna títt lív”. Megna títt lív er eitt átak millum fleiri myndugleikar, sum hevur til endamáls at lofta serliga ungum fólkum, sum hava trupult at fóta sær, eitt nú vegna rústrupulleikar. Samskiparin er nú settur, og tað er hugaligt hjá honum at fara í gongd, tá ein positivur andi er um tað arbeiði, sum hann skal í gongd við.

Eg fari at enda at takka stýrið, leiðslu og starvsfólk fyri tykkara stóra lut í hesum týðandi arbeiði.

Takk fyri at eg boðin við til aðalfundin, og eg gleði meg at hoyra um virksemi, sum hevur verið, og ætlanir fyri framman og ynski tykkum bestu eydnu við hesum.
Takk fyri!

Eyðgunn Samuelsen
Landsstýriskvinna í almannamálum