Eyðgunn Samuelsen hittir norðurlendskar javnstøðuráðharrar
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, hittir mánadagin norðurlendsku ráðharrarnar í javnstøðumálum.
Ráðharrarnir hittast á hvørjum ári at umrøða felags áhugamál, og í ár er fundurin í Helsinki í Finnlandi.
Á skránni mánadagin eru – umframt javnstøðumál yvirhøvur - serliga Menn og javnstøða umframt Javnstøða í sambandi við til- og fráflyting.
Eftir henda fundin er eisini fundur í NB8, sum er norðurlendskir ráðharrar saman við ráðharrum í Eystrasalti.
Á tí fundinum eru serliga tvey evni á skrá: Samstarv á javnstøðuøkinum og Kynjamismunur og Haturstala (hate speech) í almenna rúminum.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, heldur tað vera áhugavert og sera týdningarmikið, at vit taka lut og at vit kunna okkum um, hvat hendir í londunum kring okkum.