Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-165/2021 frá Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um arktiska strategi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at orða eina arktiska strategi fyri Føroyar?
2. Nær kann væntast, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið?
3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at implementera føroysku strategiina í felags strategiina fyri alt ríkið?
Svar til 1 og 2:
Samstarv í Arktis hevur høga raðfesting hjá landsstýrinum. Føroyar taka virknan lut í arbeiðinum undir Arktiska ráðnum og øðrum samstørvum, sum eru viðkomandi fyri arktiska økið. Alsamt størri áhugi hevur seinastu árini verið fyri Arktis, og mett verður, at ein føroysk strategi, umframt at seta nakrar greiðar málsetningar, er við til at gera Føroyar sjónligar sum eitt land í Arktis, nú heimsins eygu við áhuga hyggja hendavegin.
Ein fyrireikandi tilgongd at fáa til vegar eitt grundarlag fyri eini arktiskari strategi er komin á mál, og arbeitt verður nú við at orða sjálva strategiina ella politikkin. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt seinni í ár.
Útgangsstøðið er, at Føroyar eru ein virkin og álítandi samstarvspartur í millumtjóða høpi. Sum ein partur av heimssamfelagnum hava Føroyar møguleikar at troyta og rættindi at brúka, men eisini skyldur at halda og ábyrgd at lyfta í felag við heimsins tjóðum.
Tað eru altíð føroysk áhugamál, sum eru stýrandi fyri uttanríkispolitisku kósina, eisini í Arktis.
Mangan er samanfall millum áhugamálini hjá londunum í einum øki. Hetta er ikki minst galdandi fyri okkum, sum búgva í Arktis. Samstarv millum londini er tí ein staðfesting av, at fleiri av teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman, verða best loystar í felag. Ikki minst, tá ið um ræður vísindaligt samstarv, veðurlagsviðurskifti og burðarbygga fyrisiting av tilfeingi. Fortreytin fyri øllum hesum er tó, at trygd, friður og støðufesti valda. Tí er hetta fremsta mál Føroya í arktiskum høpi.
Í løtuni verður eisini mett um, hvørja ávirkan ólógliga russiska innrásin í Ukraina og syndarligu avleiðingarnar av henni kunnu fáa á, hvussu londini í Arktis samstarva. Serliga í Arktiska ráðnum.
Endalig støða er ikki tikin til, um ein arktiskt strategi ella politikkur verður skipað sum ein frágreiðing til Løgtingið, ið kann verða grundarlag undir einum aðalorðaskifti. Tó er væl hugsandi, at eitt tílíkt aðalorðaskifti í Løgtinginum gevur arbeiðinum viðvíkjandi arktiskum viðurskiftum eitt munagott kjølfesti.
Svar til 3:
Danska stjórnin hevur eisini arbeitt fyri eini felags strategi fyri Kongsríkið Danmarkar. Føroyar hava latið sítt íkast til hesa tilgongd, men í eina tíð hevur stígur verið í arbeiðinum. Tí tykist í løtuni ikki heilt greitt, hvørja lagnu tann ætlanin fær.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum