Hóskvøldið 29. marts skipar ÍSF fyri evniskvøldi í Kollafjarðar skúla. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Norðurstreymoy Endamálið við hesum tiltakið er at kunna feløgni um ÍSF. Evnini, sum verða tikin upp, eru m.a.:
Bygnaðurin í ÍSF, skattaviðurskifti hjá ítróttafeløgum, etisku leiðreglurnar,doping, skrásetingarskipanin, tryggingarviðurskiftir, rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur, skeiðsvirksemi, leikmeti o.a.
ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemi hjá ÍSF.** Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.
ÍSF hevur sent skriv til feløgini um hetta tiltak, og vóna vit at nógv møta.