EVANGELISERINGSFERÐ - avlýsing!
Kristni felagsskapurin Atlantic Mission hevði ætlanir um at gera eina ferð við trúboðanarbátinum, Juvel II, í Føroyum frá 21. apríl til 3. mai í ár.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Tíðindaskriv: Atlantic Mission 20.04.2020
Ætlanin var at vitja 8 ymisk støð í Føroyum: Nólsoy, Kaldbak, Hósvík, Kollafjørð, Miðvág, Vestmanna, Haldórsvík og Eiði.
Á hesi ferð var ætlanin at hava ymisk tiltøk, sum t.d.
• almennar móttøkur á bryggjuni
• evangelisk møti í almennum hølum
• útimøti
• barnamøti
• og vitjan av skúlaflokkum umborð á Juvel II
Men sum so mangt annað í hesum tíðum við koronasjúkuni er henda ferðin tíverri avlýst.
Vónandi verður høvi til at gera ferðina einaferð seinni, men tað kann einki sigast um enn.
Annars kann nevnast, at Atlantic Mission hevur gjørt ferðir til oyggjar og lond kring okkum hvørt vár síðan 2011 – tær flestu ferðirnar við Juvel II, áðrenn báturin sum vanligt fer til Grønlands, har hann hvørt summar plagar at verða frá mai/juni til september/oktober.
Hesi árini hevur Atlantic Mission gjørt ferðir til Hetlands, Orknoyggjar, Hebridurnar, Noregs, Íslands, Skotlands og oynna Mull vestan fyri Skotland.
Í 2014 var tó eingin ferð gjørd uttanlands, tí tá var ferðast í sunnaru helvt av Føroyum: í Hesti, Nólsoy, Sandoynni og Suðuroynni. Í ár var so ætlanin at vitja í norðaru helvt, men tað verður so tíverri av ongum.
Atlantic Mission harmast um, at ferðin í ár mátti verða avlýst, men vónar sum sagt, at hon kann verða gjørd einaferð seinni.