Frá í dag fríggjadag 4. november kl 17 og til og við týsdagin 8. november kl 20 hava Evy og Helena framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Evy sýnir fram hondbundin pløgg og málningar, meðan Helena tekur jólamyndir á loftinum leygar- og sunnudagin millum kl 12 og 18.
Annars er opið soleiðis:
Fríggjad. 04 nov. 17-20 Leygard. 05 nov. 10-19 Sunnud. 06 nov. 14-20 Mán/týs 7/8 nov. 15-20
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Kostnaður fyri jólakort: 10 stk. 250 krónur (mynd/kort/brævbjálvi)