Eru vit havsins børn?

Búgvandi miðskeiðis í risastóra Atlantshavinum, við daga og vikulongum siglingarleiðum til nærmastu grannar okkarar, er ikki undarligt at flestu føroyingar hava ovurhonds virðing fyri sjónum, bæði sum vini og sum fígginda. Vit eru komin higar á kjøli tá vit á fyrsta sinni tóku búgv í oyggjunum, og alt samskifti okkara við umheimin tey fyrstu 1500 árini sum Føroyingar, var við havinum sum fylgisveini og berara. Fornfrøðiligar rannsóknir á Sandi, vísa eisini at fiskur hevur verið stórur partur av matvørugrundalagnum hjá Føroyingum, so tíðliga sum fyri túsund árum síðani.


Tað var ti ikki løgið, at Trappubrøðurnir og teirra líkar fingu vind í seglini, tá einahandilin var avtikin og bátsbandið ikki longur trælabant mann og kvinnu. Havsins arvur, bæði sum tilfeingi og sum ílega bjóðaði av, og kjølurin, skipini og bátarnar vunnu skjótt á landbúnaðinum sum fremsta vinnugrein føroyinga. Seinastu stórthundrað árini hevur fiskivinnan í nógv størstan mun verið grundarlagið undir okkara samfelag og okkara búskapi.


Skjótt vaks skarin av føroyskum garpum sum stóðu við vaðbeinið, kendu og drógu. Fingu fong og førdu hann til lands. Stórt sæð allar familjur í landinum vóru umboðaðar í fiskivinnuni, og allar bygdir og høvsuðsstaðurini við. Men fiskivinnan ikki bert nørdi um seg sjálva. Hon vann arbeiðspláss uppi á landið til tilkomnar menn, kvinnur og ungdómin við. Avkastið legði botn undir vælferðarsamfelagið. Skapti grundarlag undir tí samfelag sum vit í dag liva í. Sjálvur hevði eg báðar abbarnar á sjónum, og pápan við. Soleiðis var fortreytin hjá mongum bygdapilti tá.


Føroysk fiskivinnusøga er eisini søgan um many an unsong hero. Um mongu hetjurnar vit ikki kenna og sum fara í gloymskunnar hav. Ein teirra búði í mínum grannalagi á Sandi. Lá so væl fyri at kenna hjá honum, at hann sum vanligur fiskimaður hevði betri úrtøku enn skiparin, tí at hann fiskaði so ómetaliga væl. Hevði hettar serliga hegnið sum ikki kundi lesast ella tulkast. Ikki fyrr enn hann var farin foldum frá, fekk eg kunnleika til serligu gávur hansara. Tíverri.


Tað er eisini søgan um happingina tá hon er verst, og um sjálvdráttin sum fór illa við teimum, sum ikki vóru best egnaðu fiskimenninir, men valla høvdu aðrar møguleikar.


Havið hevur ikki bara verið gott við Føroyingin. Neyvan hevur tað altíð verið gamansleikur at verið húsmóður við manni og fleiri synum á sjónum samstundis. Mong eru tey sum við bivandi hjarta hava bíðað eftir sínum elskaðu, uttan at síggja teir aftur. Tað eru ikki so fáar bygdir í Føroyum sum hava fingið so harðan stoytin av báti ella skipið sum gekk burtur, at summar at kalla fótaðu sær ikki aftur.


Royndirnar komu so við og við eisini dirvið at royna nýggjar leiðir. Má siga at eg havi ovurhonds virðing fyri teimum pionerunum, sum longu tíðliga í farnu øld váðaðu manning og skip í royndunum at finna nýggjar fiskileiðir, bæði við Ísland, Grønland og eystari á.


Samstundis vóru vit eftir mínum tykki nakað eftirlatir at verja okkara egnu fiskileiðir. Smátt um smátt byrjaðu føroyingar so at seta krøv um hvør kundi fiska um okkara leiðir og hvussu næskt fiskaríðið kundi vera. Fyrst í farnu øld lótu Danir eingilsmenninar trola inn í klettin við Føroyar, fyri betur at kunna selja flesk til Onglands. Men 12 fjórðinga markið vann so frama og tað setti sjøtul á eitt áralangt stríð fyri okkara fiskirættindum, bæði á egnum leiðum og í altjóða sjógvi. 200 fjórðinga fiskimarkið í 1977, var ein marknasteinur, men merkti eisini at havið, ella høvini, nú av álvara vóru stikaði av. Og hóast vit eiga 270.000 ferkilometrar at fiska á, so er tað lítið samanborið við tann sjónarring sum føroyingar høvdu fiska undir beint frammanundan.


Trýstið á grunnarnar fór at veksa, og harvið eisini kravið um part av fiskirættindunum, sum higartil høvdu verið hvørsmans møguleiki. Við herdu krøvunum, komu eisini friðingarnar og fiskiveiðueftirliiðt. Minnist sum smádrongur at TAC’ið beliv sjabba upp í saman umaftur og umaftur í Útvarpinum.


Sum tjóð hava vit upplivað ómetalig sveiggj saman við fiskivinnuni og toskanøgdin og toskaprísurin hava í í stóran mun avgjørt vælferð føroyinga síðani seinna heimsbardaga. Sildin, rækjurnar, og svartkjafturin hava kortini ikki smæðst burtur í livigrundarlagi okkara. Makrelinnrásin í føroyskan sjógv seinnu árini er av álvara farin at bjóða botnfiskastovnum okkara av sum berandi fiskastovnurin í føroyskum farvatni, men skjótt skifta tíðir tá um fiskatilfeingi ræður.


Stoltasta tíðin er eftir mínum tykki, tá skiparar okkara og manningar teirra undir seinna heimsbardaga stríddi seg gjøgnum minuforðingar, og veittu sameindu okkara fisk meðan kríggið leikaði á uppá tað harðasta. Sjálvskenslan hjá føroyinginum vaks samsvarandi talinum av teimum sum tíverri lótu lív í stríðnum fyri fólkaræðinum, og móti nazismuni.


Harra formaður!


Orðaskiftið í dag, snýr seg um framtíðina hjá føroyskari fiskivinnu, og um hvussu vit sum politisk skipan, sum vinna, og sum samfelag fáa sum mest burturúr tí tilfeingi sum okkum er givið, og hvussu vit fáa tað at gagna so nógvum føroyingum sum gjørligt.


Fáar eru tjóðirnar sum eiga so ríkt tilfeingi at gagna sær og sínum við. At heilsugóðar matvørur verða uppaftur meira eftirspurdar nú fólkatalið í heiminum veksur við dúvandi ferð, styrkir uppaftur meira um støðu okkara sum samfelag, um vit megna at umsita ríkidømi okkara rætt. Stóri spurningurin er: duga vit tað?


Síðani fiskidagaskipanin sá dagsins ljós fyri fimtan árum síðani, eru stórar broytingar farnar fram í føroyskari fiskivinnu. Nú eftirmetast skal, skerst ikki burtur at støðan ikki er tann mest hugaliga. Um niðurstøðurnar eru tær røttu kunnu onnur meta um, og eisini um førleikan at meta um, men hesar eygleiðingar hevur undirritaði gjørt sær:


• Yvir ein kamb hevur fiskivinnan á landi havt hall síðstu 10 árini.


• Yvir ein kamb hevur fiskivinnan á sjónum havt hall síðstu 12-14 árini


• Botnfiskaveiðan er metlág í løtuni, serstakliga álvarsom er støðan hjá toskinum og hýsuni


• Útróðurin er sera vánaligur, og krøvini til minstulønarskipanina hørð.


• Flotin verður ikki endurnýggjaður, og bremsulongdin hjá fíggingarstovnunum er sera long.


• Flotin miðsavnast. Eftirhondini kunnu reiðaríini teljast á einari hond.


• Tað gerast støðugt færri føroyskir fiskimenn í flotanum. Útlendskir láglønarfiskimenn vinna fram.


• Útlendingar hava stóran strategiskan áhuga í okkara fiskirættindum umvegis strámenn í Føroyum.


• Fiskiveiðueftirlitið verður støðugt skert, og revsimøguleikarnir eru alt ov avmarkaðir.


• Vit seta ikki krav um at taka alt til lands, og m.a. gagnnýtslu av innvøli, livur og rognum.


• Marknaðurin er ivandi, tí vit fiska ikki sambært lívfrøðiligum tilmælum.


• Fiskidaganevndin tilmælir støðuna frá í fjør, uttan mun til hvør hon er.


• Havstovan letur seg ikki binda til umstingarætlanina!!


• Trupult er hjá nýggjum fiskivinnuspírum at sleppa framat tí krøvini til fígging eru sera hørð.


• Og tí trupult er at sleppa framat loyvunum.


• Fiskiloyvini ganga út í 2018, og enn vita hvørki vinna ella samfelag um tess lagnu.


• Vit hava ymsar fatanir um hugtakið fólksins ogn, og ber tað forrestin til at selja tað tú ikki eigur?


• Fleiri og fleiri fiskimenn rýma til Noregs, ella fara í frálandavinnuna.


• Síðst men ikki minst er skuldin í flotanum trýfaldað.


Jú sjálvandi eru glottar eisini, makrelríkidømið á grunnunum, sildin við, Flemish Cap, og Barentshavið gamaní. Men summa summarum, aftaná hesi fimtan árini við fiskidagaskipanini á okkara grunnum er, at man skal vera meira enn óvanliga bjartskygdur av lyndi, fyri at fáa eyga á tey góðu úrslitini fyri vinnu, samfelag, og teg og meg, um dagsins støða skal til brúkast sum grundarlag undir niðurstøðum.


Vit hava í dag eina skipan sum eftir mínum tykki, er júst tað øvuðgta av tí, ið fyrstu stoltu fiskivinnupionerar okkara royndu fyri stórthundrað árum síðani. Tá var yvirskipaða vónin at hvør maður við snørinum kundi forsyrgja sær og sínum. Øll fingu sítt burturúr hesi nýfunnu fiskivinnuni sum við tógvið stríð varð blivið okkara gullnám. Stoltleiki, treysti og dugnaskapur legði lunnar undir eitt frælsisleitandi fólk, eftir svartar og trælabundnar tíðir.


Hvat sígga vit í dag, og kunnu vit læra nakað burturúr naggatódnini vinnan er komin í.


Spurningurin er so um tað er skipanin, ella tey sum umsita hana sum eiga ábyrgdina. Eftir mínum tykki bæði. Tað at skipanin ikki er sett, ella stilla av nýggjum er ein skeivleiki, men mátin sum skiftandi politiskir ábyrgdarhavarar, tó í nógv størstan mun Fólkaflokkurin, hava umsitið skipanina uppá er als ikki nøktandi. Í alt ov stóran mun er skipanin lagað til tann og tey, sum frægast hava megnað at tosa ella at trýsta sína søk ígjøgnum, við løtuvinningi fyri eygað, heldur enn at stjórna skipanini sum gevur mesta avkastið til landið alt, yvir ár.


Eftir mínum tykki er tað eisini politiska skipanin sum skal lastast fyri ikki at megna at byggja brúgv millum vinnu, Havstovu, og fiskiveiðueftirlit.


Kanska tí at gjøgnum stuttskygdu brillurnar, kunnu vera fyrimunir fyri ávísar partar av vinnuni og fíggjarkervinum. Í kaosinum eru tað altíð summir fuglar sum flúgva væl, meðan stórur partur fer veingjaskotin til jarðar.


Hvørjir eru so høvuðsavbjóðingarnar fyri framman? Frágreiðing landsstýrismansins til aðalorðaskiftis sum landsstýrismaðurin velur at viðgera ávísar partar av politikkinum.


Í frágreiðingini leggur landsstýrismaðurin frá landi, við at greiða frá at verandi lóggáva er ógreið og fløkt. Eri samdur.


Tað er ein grundleggjandi fortreyt at semja er um hvussu høvuðstættirnir í lóggávuni skulu skiljast.


1. Ivamál eigur ikki at kunna setast við spurningin um hvussu ”ogn føroya fólks” skal tulkast. Vit í Tjóðveldi eru sannførd um at havsins tilfeingi er ognin hjá øllum okkum sum her búgva, tjóðini, og skulu vera verandi ogn hjá komandi ættarliðið av føroyingum. Tað skal ongantíð máast burturav hesum rætti, við sølu ella við loyvum sum minni um avhending av hesum okkara alra ríkidømi. Fiskiloyvi kunnu ongantíð hava gildið í meira enn 10 ár, og loyvini eru ikki ”rullandi”


2. Lógin um vinnuliga fiskiskap eigur at vera ein vinnulóggáva burturav. Fyri at tryggja at hettar tilfeingi verður umsitið við varandi endamáli, skulu atlit takast til lívfrøðiliga burðardygd í bæði ráðgeving og tilmæli.


3. Fiskidagar nýtast ikki at vera ásettir av Løgtinginum, og nýtslutíðarskeiðið hevur virknað í 2 ella 3 í senn. 


4. Marknaðarstýrd atgongd til fiskivinnuna er eftir okkara tykki rætta boðið uppá loyvisútluting, heldur enn ein skipan við politiskari útluting. Í minsta lagi 20 % av fiskidøgunum /kvotunum skulu um uppboðssølu at byrja við. Her er tó eisini vandin fyri at vinnan savnast á fáum hondum eins og í verandi skipan. Hinvegin kunnu nýggir dugnaligir aktørar sleppa framat, um t.d. fiskiloyvi ikki er tengt at ávísum skipi.


5. Umsitingarætlanin verður sett í verk, við Havstovuni sum berandi parti av fakliga tilmælinum.


6. Tilfeingisgjaldið, møguliga tilfeingisrentan, sum fer í landskassan, er fólksins partur av framíhjárætti vinnunar at brúka fólksins ogn. Á henda hátt fær fólkið umvegis politisku skipanina lut í virðunum sum fólksins tilfeingi kastar av sær.


7. Vit meta framvegis fiskidagskipanina betri enn eina kvotaskipan. Heldur enn av niðurlaða hana, eigur hon at stillast av nýggjum, og víðkast til at fevna um allan okkara fiskiskap, eisini fyri fiskiskap á øðrum leiðum.


8. Útlendskur ognarskapur í føroyskari fiskivinnu eigur ikki at vera loyvdur. Tó er fígging, sum lýkur lógarásett krøv, vælkomin at fíggja føroyska fiskivinnu.


9. Fíggingarstovnar kunnu ikki eiga, ella hava pant í fiskiloyvum.


10. Ongin persónur ella felag kann eiga meira enn 15 % av fiskiloyvunum í nýggju fiskidagskipanini.


11. Útlendingar eru vælkomnir at sigla við føroyskum fiskiskipum. Treytin er uppihalds og arbeiðsloyvi, umframt galdandi sáttmála hjá føroyskum manningarfelag.


12. Skip og bátar sum ikki hava siglingaloyvi, missa sítt fiskiloyvi.


13. Brúksskylda eigur at verða sett í verk, so teir í hava førleikan at fiska lættari sleppa framat tilfeinginum.


14. Fiskiveiðueftirlitið eigur at fáa munandi effektivari og harðari revsimøguleikar enn í dag, fyri at betra um eftirlitið. Sjálvandi eisini at kunna útinna sítt starv, við at skipini sigla regluliga.


15. Neyvar og harðar reglur skulu setast í mun til útblaking av fiski.


16. Útróðurin eigur at fáa betri inntøkutrygd enn við verandi kunngerð um kravið framhaldandi er 400.000 kr., men tað kann landsstýrismaðurin greiða frá.


17. Krav eigur at setast um at øll veiða skal førast til lands, herundir innvølir, livur og rogn.


18. Persónliga haldi eg at partur av tilfeingisgjaldinum eigur at kunna nýtast til endaliga upphøgging og harvið minka um trýstið á grunnarnar.


19. Persónliga haldi eg at orkusparikrøv skulu setast flotanum, so sum minst verður nýtt av olju fyri hvørt kilo ið fiskað verður.


20. Øll fiskiveiða skal ásetast í lóggávu, fyri at tryggja gjøgnumskygni við ogn Føroya Fólks.


21. Fiskivinnusavn eigur at verða skipað, sum skal lýsa fiskivinnusøgu okkara, og tann útbúnað, tól og skip sum føroyingar hava nýtt at ment fiskivinnuna og føroya land við.


Harra formaður!


Tað er altíð lættari og hugaligari at byggja nýggj skip enn at umvæla gomul. Vandin er eisini at summi bond halda av gomlum vana, heldur enn av dugnaskapi. Tí hevði verið ynskiligt at politiska skipanin tordi at smíða spildurnýggjar karmar um føroysku fiskivinnuna.


Støðan er somikið álvarslig á nógvum økjum, at helst er hettar søguliga gloppið sum gevur okkum gylta møguleikan ”to start fram scratsh”


Ein nýggj fiskivinnulóggáva snýr seg um at lyfta arvin eftir øll tey sum hava lagt lív og sál í at menna fiskivinnuna sum varandi grundarlag undir komandi ættarliðum av føroyingum.


Vit í tjóðveldi vilja fegin geva okkara íkast til arbeiðið og vóna at hesi orð vóru eitt íkast í so máta.


Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður í fiskivinnumálum