Eru Føroyar eitt vælferðarsamfelag ?

Hvussu við eftirløn til teir útlendingar, sum eru í Føroyum og starvast


Taka vit til dømis pólendingarnar, sum starvast hjá MEST, so hava fleiri av teimun starvast her í nógv ár, onkur í meir enn 20. Hesir persónar hava verið - og eru framvegis - løntir eftir føroyskum sattmálum, og hava goldið alt tað teimun er álagt til vælferðarsamfelagið Føroyar.


Hesir persónar hava ikki rætt til eftirløn frá heimlandinum, ella í besta føri, bert ein lítlan part, vegna tað, at teir hava verið burtur heimanífrá so stóran part av teirra arbeiðsføra lívi. Samstundis hava teir goldið til føroyska samfelagið, uttan tó at hava vissu fyri at fáa nakað aftur .


Tað gav av at bíta, fyri árum síðani, tá hesir menn vóru uppsagdir vegna sparingar, og vantandi arbeiðsuppgávur.Teir fingu at vita, at teir ikki høvdu rætt til ALS stuðul, tí at teir bert høvdu arbeiðsloyvi til eitt virki.


Haldi bara, at tað ikki kann vera rætt, at teir skuld gjalda inn í eina trygging, sum teir ikki høvdu rætt til at fáa úr, tá ið á stóð.Spurningurin er um hettar ikki var brot á mannarættindini. Í øllum føri er tað tætt við.


Vit noyðast at gera upp við okkum sjálvi. Vit kunnu ikki framhaldandi lata sum einki, og bara skumpa trupuleikan undan okkum.


Hesir persónar koma eisini ein dag til eftirlønaraldur, og hvat skulu teir og teirra familjur tá liva av?


Vit kunnu ikki kalla okkum fyri eitt moderna og framkomi samfelag, og ikki hava hesi tingini uppá pláss. Sum eg havi skilt, ber tað væl til at fáa avtalur í lag við onnur lond um, hvussu man loysir henda og nógvar aðrar trupulleikar, um bert vilji er til tess.


Eisini havi eg fyri kortum skriva grein undir yvirskriftini: Er lógloysi legaliserað í Føroyum: Sum er um virki “PP-Faroe Pelagic” í Kollafirði, um tað, sum gongur fyri seg har, við millum annað bíligari útlendskari arbeiðskraft, og manglandi trygdarreglum. Hettar mál er melda til løgregluna, sum als einki vil gerða við máli.


Í øllum føri heldur virksemi fram, sum um einki ver hent. Ein situr eftir við kensluni av, at tað eru politikkarar, sum halda hondina yvir hesum svansi. Vónandi er tað kortini ikki so.


Nú tað stundar til val, kundi eg hugsa mær, at teir politikarar, sum ikki halda, at hetta er ílagi, og sum vilja arbeiða fyri at loysa hetta og onnur átrokandi mál, geva seg til kennar, so vit í øllum føri vita hvønn vit ikki skula seta kross við.


Eli Brimsvík, formaður


Havnar Handverkarafelag