Er spill millum Umhvørvisstovuna og Heilsufrøðiligu

Hetta er ein fyrispurningur, sum Eivind Jacobsen, løgtingsmaður, hevur sett Kára P. Højgaard, landsstýrismanni.


1. Var 1. januar 2015 eitt hóskandi skotbrá at fáa spillivatnsskipaninar lidnar í kommununum?


2. Um svarið er nei, umhugsar landsstýrismaðurin so at broyta dagfestingina?


3. Hava vit førleika í landinum, sum kann tryggja kommununum, at rákið førir spillivatnið úr landi?


4. Hevur landsstýrismaðurin eitt neyvt tal fyri, hvussu nógv spillivatnsætlanirnar kosta fyri hvørja einstaku kommunu?


5. Um kostnaðurin fyri spillivatnsætlanirnar er so stórur, at hann fer við allari íløguætlanini hjá kommununum í fleiri ár, ætlar landsstýrismaðurin so, at landskassin fer at veita ein serligan stuðul?


6. Aliøkini verða flutt longur út á firðirnar. Er tað hugsandi, at aðrir myndugleikar t.e. Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer at krevja, at útleiðingar í framtíðini vera uttan fyri aliringarnar?** Viðmerkingar:


Um dagarnar hoyra vit, at tær síðstu spillivatnsætlanirnar eru til viðgerðar hjá Umvørvisstovuni. Sostatt hava kommunurnar trý ár at gera arbeiðið liðugt. Tað kann tykjast at vera eitt stutt skotbrá, tá hugsað verður um, at kommunurnar eisini hava aðrar uppgávur av týdningi at røkja.


Í kunngerðini stendur, at spillivatnið skal førast út har, sum rákið førir tað úr landi. Firðirnir eru ymiskir til rák og dýpi.


Hava vit tann neyðuga førleikan til at gera tær mátingar, sum skulu til fyri at tryggja, at rákið er, sum vit halda, tá ætlanirnar verða lagdar? Tað hevði verið ein ólukka, um veruleikin ikki er, sum vit hildu, tá arbeiðið varð gjørt.


Alingin verður flutt longur og longur út. Kann tað hugsast, at ætlanir, sum Umhvørvisstovan hevur góðkent, ikki verða góðkendar av Heilsufrøðiligu Starvstovuni.