Er samband danskt orð?

Tað er vanligt at halda, at orðið samband, sum er partur av navninum hjá Sambandsflokkinum, er eitt danskt orð.


Hetta ber til at kanna.


Vit hava eina stóra danska orðabók í 30 bindum. Í hesi “Ordbog over det danske sprog” eru 250.000 orð tikin við, sum eru nýtt á donskum frá 1700 til 1950. ODS kann finnast á netinum á heimasíðuni hjá danska málvísindastovninum, dls.dk.


Tann sum har skrivar leitorðið “samband” fær hesi boð:


“Der er ingen resultater med “samband” i Ordbog over det danske Sprog”.


Orðið samband er sostatt ókent í donskum.


Men hvaðani hava vit so orðið?** Vit mugu leita aðrar vegir.


Norðmenn hava gjørt eina lítla orðabók, har tað ber til hjá skúlanæmingum at lesa vanligastu orðini í gamla norska málinum. Eitt av hesum orðum er “samband”. Tað er lýst sum: “forbindelse, samlag, foreining”. Orðið “sambandsmann” er samsvarandi: “mann som har samband med ein”.


Við øðrum orðum, menn, sum ganga saman um at gera eitthvørt felag, eru tí sambandsmenn.


Í hesum týdningi hevur orðið livað sítt fríska lív í íslendskum. Tá teir fóru at ressast politiskt, gjørdu javnaldrarnir og vinirnir hjá Fríðriki Petersen – kanska eftir hansara fyrimynd – ein sambandsflokk, sum var virkin í íslendskum politikki nakað eftir at føroyski sambandsflokkurin var stovnaður. Hetta var eitt stig á leiðini til at vinna íslendingum landaræði, og seks ár eftir at Sambandsflokkurin var stovnaður í Íslandi, varð sambandslógin gjørd Íslands og Danmarkar millum. Hon ásetti, at Ísland og Danmørk vóru javnlík ríki við ríkjafelagsskapi, og sambandið teirra millum var eitt nú um kong.


Zakarias Wang