Yvirskriftin er ógvuslig, men neyðug. Sum myndugleikarnir tíggja sær við passiviteti er út um alt mark.
Taka vit málið viðvíkjandi PP Faroe-Pelagic, í Kollafirði, ja so er kvirt.
Løgreglan vil ikki út úr skóginum, hóast vit hava meldað nevnda virki, fyri at nýta ólógliga arbeiðsmegi.
At hettar er so, er sambært útlendingastovuni sera sansýnligt; tey hava ikki fingið ella viðgjørt nakra umsókn frá nevnda virki um útlendingar til at starvast har. Ei heldur danska “udlændingeservice”, sum er játtanarmyndugleiki á økinum, veit um nakra umsókn frá teimum.
Niðurstøðan má tí vera, at tað, sum gongur fyri seg á virkinum ólógligt og brot á útlendingalógina, arbeiðaralógina og uppihaldslógina.
Eisini er komið fram frá fyrrverandi og núverandi starvsfólkum á virkinum, at ongar trygdarreglur verða fylgdar.
Fleiri skaðar hava verðið, baði stórir og smáir, men einki verður fráboðað til arbeiðseftirlitið, men har er kanska ikki nakað vantandi, eftir hvat skilst er tað eftirlitið at kalla óvirkið.
Eisini sigur fyrrverandi starvsfólk, at tá ið viðkomandi arbeiddi á virkinum, komu útlendingar javnan. Leiðslan segði hvørja ferð, at hesi høvdu serkunnleika innan onkur økir, men tá avtornaði máttu føroyingar læra hesar upp.
Tá hesir útlendingar vóru spurdir, hvat teir skuldu gera her, var svarið, at teir skuldu virka fisk. Annars upplýstu hesir, at teir starvaðust umborð á skipum hjá PP, men av tí, at kvotan var uppfiskað vóru teir sendir til Føroyar at arbeiða til kvotu aftur var til skipini.
Hvussu í allari víðu verð, kann ein leiðsla (útlendsk) fáa loyvi til at bera seg so at?
Hvat er tað sum ger, at løgreglan er so passiv?
Vit fáa ikki ein gang eina váttan um, at teir arbeiða við málinum.
Í 2009 var eitt líknandi mál meldað, men heldur ikki har hava vit hoyrt aftur frá løgregluni.
Hetta er sama organ, sum myndugleikarnir kravdu skuldi hava eftirlit við útlendingum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Fakfeløgini vóru ógvuliga ivasom um, at hetta fór at gera nakran mun. Og nú er sjón fyri søgn. Úrslitið síggja vit í dag . Um løgreglan ikki klárar hesa uppgávu, eigur uppgávan at vera løgd til annan stovn at taka sær av - t.d. einum endurreistum Arbeiðseftirlitið.
Ein freistast til at halda, at almennir myndugleikar halda hondina yvir hesum svansi. Fari tí at heita á allar politikarar um at syrgja fyri lóg og landaskili aftur á føroyskum virkjum, og alment boða frá hvørja støðu teir hava til slíka framferð og syrgja fyri, at fáa Arbeiðseftirlitið aftur á beint, áðrenn skaðin er fullkomin.
Eli Brimsvík, formaður