Er kongsjørðin óðalsjørð?

Hvat er óðalsrættur í veruleikanum?


Eitt vita vit í hvussu so er, og tað er, at óðalsrætturin er eldri enn statsvaldið.


Okkara forfedrar, sum settu seg niður í hesum óbygda landi, gjørdu jørðina til sína ogn við at leggja sítt arbeiði í hana. Tað er ein mannarættur at eiga seg sjálvan og sína arbeiðsmegi, og við at leggja sítt arbeiði í jørð, sum eingin eigur frammanundan, gerst hon ogn hjá tí sum hevur arbeitt hana.


Á henda hátt gjørdist øll jørðin óðalsjørð, og tey sum áttu hana, ráddi yvir henni og nýttu hana á tann hátt, sum tey hildu loysa seg best fyri seg sjálvi og síni børn.


Ein partur av ognarrættinum er at kunna lata ognina til onnur, sum tí gerast óðalsmenn. Tað vanliga er, at tað eru børnini sum fáa jørðina, og tey afturfyri taka sær av foreldrunum, tá ið tey eru vorðin gomul og ikki orka at arbeiða longur.


Her er í veruleikanum talan um sølu av jørð, tí tann sum eigur, ger ein sáttmála við onnur – í hesum føri børn síni – um at tey fáa jørðina, og fyrri eigarin fær mat, klæði og tak yvir høvdið afturfyri.


Men hvat um ein óðalsmaður eingi børn hevði?


So kundu onnur koma upp á tal at bjóða eigaranum nóg góðar treytir, og tað var greitt, at sjálvt um jørðin á henda hátt skifti hond, so helt hon fram við at vera óðalsjørð. Tað var hon um ein annar í bygdini keypti hana, men uttanbíggjarjørð er sanniliga gomul í Føroyum sum Føroyingasøga sigur frá. Har verður sagt at Tróndur í Gøtu hevði leiglendingar.


Úr miðøldini hava vit nøkur brøv, sum snúgva seg um at føroyingar áttu jørð í Hetlandi og í Noreg, og somuleiðis vóru fleiri norskar aðalsættir, sum áttu jørð í Føroyum. Tað er ein sjálvfylgja, at hendan jørðin var óðalsjørð, og at leiglendingar arbeiddu hana.


Men hvat nú um kirkjan fekk hendur á jørðini? Helt hon so uppat at vera óðalsjørð?


Tað hevur ikki verið hildið, tí eingin munur var millum kirkjuna og aðrar eigarar.


Hvat so við kongi?


Kongur var ein løgfrøðiligur persónur, og tað vald hann hevði, var litið honum til av teimum, ið høvdu nakað at siga í landinum, fyrst og fremst av óðalsmonnunum. Sigast kann, at kongur var ein stórur aðalsmaður, og óðalsjørð hansara var rikin á nágreinliga sama hátt sum tann hjá Gøtutróndi.


Framvegis liva vit undir eini skipan, har vit hava eitt stýri, sum eigur ein stóran part av tí óðalsjørð, ið er í landinum.


Nú siga vit ikki, at eigarin er kongur, men at tað er ein serligur grunnur, sum valdu politikarar okkara ráða yvir, sum eigur henda partin av óðalsjørðini.


Samanbera vit støðuna hjá okkum við ta í hinum Norðurlondum, so er tann stóri munurin, at har hevur kongsvaldið latið jørðina frá sær og latið teimum, ið arbeiddu jørðina, hana til ognar. Hetta hevur verið gjørt út frá tí sannføring, at tað ikki er skilagott hjá almennum myndugleikum at reka vinnulívið, tí har skulu nógvar avgerðir takast við stuttum skotbrá, og tað ber ikki til hjá tí almenna at bera seg nóg skjótt at. Henda einskilingartilgongd hevur verið til mikið gagn fyri vinnulív og og livikor í hesum londum.


Spennandi er, nær politiska skipan okkara fer at koma til ta viðurkenning, at alneyðugt er hjá okkum at bøta um lívskor fólksins við at sleppa burtur úr tí ótíðarhóskandi skipan vit hava við festarum og traðarmonnum, sum ikki eiga ta jørð teir arbeiða.


Zakarias Wang